Suðuroyar Sparikassi

Dagfør Netbankan sum app innan 1. desember 2017

Fartelefonirnar gerast betri alla tíðina. Tí verður eisini leypandi arbeitt við at gera Netbankan sum app lættari og tryggari hjá tær at brúka.

Vit mæla tær tí til at dagføra Netbankan sum app á snildfonini til í minsta lagi útgávu 6.7.0 innan 1. desember 2017, tá trygdin verður dagførd. Verður appin ikki dagførd, kann verða trupult at brúka Netbankan á snildfonini.

GG! Eftir 1. desember 2017 fer ikki at bera til at brúka iPhone 4 ella eldri til Netbankan sum app. Tað sama er galdandi fyri Android telefonir við stýriskipan eldri enn 5.0.0. Hetta er orsakað av, at stýriskipanirnar á hesum snildfonum ikki kunnu dagførast til nýggjastu útgávuna.


Spurningar og svar viðv. dagføring av trygdini í Netbankanum sum app

Spurningur: Hví er neyðugt at dagføra trygdina?
Svar: Trygdarloysnirnar hava eina livitíð uppá 2-3 ár og skulu tí dagførast regluliga.

Spurningur: Hvussu dagføri eg netbanka-appina til nýggjastu útgávuna?
Svar: Far inn í App Store (iOS) ella Google Play (Android) og dagfør til nýggjastu útgávu. 

Spurningur: Eg havi roynt at dagføra til nýggjastu útgávuna, men har er eingin nýggj útgáva av netbanka-appini, sum eg kann dagføra til.
Svar: 
Tað kann vera, tí at stýrisskipanin á tíni telefon er gomul og skal dagførast fyrst. 

Spurningur: Hvussu síggi eg, hvørja útgávu av stýrisskipanini eg havi á mínari iPhone?
Svar: Fylg hesari vegleiðingini: https://support.apple.com/da-dk/HT201685 Útgávan skal vera í minsta lagi 9.3.5. 

Spurningur: Hvussu dagføri eg stýrisskipanina á Iphone?
Svar: Fylg hesari vegleiðingini: https://support.apple.com/da-dk/HT204204
GG! Um tú ikki hevur møguleika at dagføra til í minsta lagi versjón 9.3.5 er tað tí, at Apple metir tína telefon at vera ov gamla til hesa útgávuna. 

Spurningur: Hvussu síggi eg, hvørja útgávu av stýrisskipanini eg havi á Android telefonini?
Svar: Fylg hesari vegleiðingini (ikki líka á øllum telefonum):
https://support.google.com/nexus/answer/4457705?hl=da - útgávan skal ikki vera eldri enn 5.0.0

Spurningur: Hvussu dagføri eg stýrisskipanina á Android.
Svar: Fylg hesari vegleiðingni (ikki líka á øllum telefonum): https://support.google.com/nexus/answer/4457705?hl=da
GG! Um tú ikki fært møguleikan at dagføra til útgávu 5.0.0 ella nýggjari, merkir tað, at telefonframleiðarin hevur avgjørt ikki at gera hesa útgávu atkomiliga.

Spurningur: Appin sigur ’ókend villa’ tá eg riti inn.
Svar: Tú skal dagføra til nýggjastu útgávu av netbanka appini.

Spurningur: Hvat merkir tað fyri meg, at eg ikki kann dagføra til nýggjastu útgávu av appini, tí stýrisskipanin er ov gomul?
Svar: Tað merkir, tíverri, at eftir 1. desember fer tað ikki at vera møguligt hjá tær at brúka appina. Tú kanst tó framvegis brúka Netbankan við at rita inn við kaganum á telefonini. 


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.