Suðuroyar Sparikassi

Falskan teldupost, sms-boð ella uppringing – ansa eftir “phishing” 

Nøvnini hjá VISA, MasterCard, NemID, Nets, SKAT og PayPal eru fleiri ferðir vorðin misbrúkt í samband við phishing. Hetta eru mátar, sum sníkar seta seg í samband við tilvildarligar móttakarar, har móttakarin verður biðin um at fylgja leinkjum og lata kortupplýsingar v.m. Eftir hetta kunnu sníkjarar misbrúka hesar upplýsingar.

Suðuroyar Sparikassi, Nets, VISA, MasterCard ella NemID vilja ongantíð senda ein teldupost ella sms-boð við einum leinki, har tú sum kundi verður biðin um at upplýsa ella vátta persónligar upplýsingar og/ella kortupplýsingar.

 

Um tú hevur illgruna til tílíkan teldupost ella sms-boð verður tú biðin um:

Eftir hetta verður tú biðin um at dagføra títt antivirus forrit, og skanna tína teldu.

 

Um tú hevur upplýst títt kortnummar

Hevur tú longu upplýst títt kortnummar, lokadag og eftirlitstal, verður tú skjótast til ber biðin um at seta teg í samband við okkum ella Nets og sperra kortið

Upplýs títt navn og bústað, og upplýs at kortið er frá Suðuroyar Sparikassa. Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa kortnummar, kontunummar ella p-tal.

 

Tak niður
Advarsel mod phishing-mails

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag-fríggjadag kl. 9.30-16.00, tó Kassaavgreiðsla kl. 13.00-16.00.