Suðuroyar Sparikassi

Nýtt: Góðkenn flytingar við fingramerki ella andlitsmynd

Góðkenn flytingar og aðrar gerðir við fingramerki ella andlitsmynd  – nýggjur møguleiki í Netbankanum á snildfon frá 6. november. Innritar tú longu nú við fingramerki ella andlitsmynd í Netbankan á snildfon, so er nýggi møguleikin sjálvvirkandi virkin. Annars kanst tú virkja nýggja møguleikan undir “Uppseting”.

Í nýggju útgávuni kanst tú eisini sjálv/ur velja raðfylgjuna á kontunum í kontuyvirlitinum. Fyrstu ferð tú ritar inn í nýggju útgavuna sært tú, hvussu tú ger hetta.

Trygdin enn betri - Fyri at økja um trygdina skal Netbankin á snildfonini knýtast at fartelefonnummarinum hjá tær. Tað gert tú við at skráseta títt fartelefonnummar við fyrstu innritan í nýggju útgávuni, og  innlesa loynitalið tú fært sendandi sum SMS boð. Legg til merkis, at tað nú er vorðið krav, at tú hevur skermlás á snildfonini fyri at kunna brúka Netbankan á snildfonini.

 


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.