Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi stuðlar B36

Suðuroyar Sparikassi og B36 hava undirskrivað eina tvey ára stuðulsavtalu, sum inniber, at Suðuroyar Sparikassi verður stuðul hjá ungdómsvenjarunum í B36.


Andrass Thomsen umboð fyri B36 gleðist um avtaluna:
- Fyri okkum merkir tað nógv, at hava góðar samstarvspartar í vinnulívinum. Stuðulin ger stóran mun fyri okkara arbeiði, sigur Andras Thomsen, umboð fyri ungdómsnevndina í B36.

Eisini Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa gleðist um avtaluna:
- Vit í Suðuroyar Sparikassa eru fegin um at vera stuðul hjá ungdómsvenjarunum í B36, tí at B36 er eitt virkið felag við nógvum íðkarum í ungdómsdeildini, og B36 ger eitt megnar arbeiði innan hetta øki, sum gagnar børnum og ungdómi – okkara framtíð, sigur Rúni Heðinson.

 

Samstundis verður Suðuroyar Sparikassi enn meira sjónligur í Havn.


Tíðindi

  • 29 May 2017

    Flex Funding Føroyar
    Í dag verður tíðindafundur og fyrilestur fyri innbodnum um nýggjan og øðrvísi lánimøguleika í Føroyum.

  • 19 May 2017

    Viðmerkingar til málið um KT-skipanirnar
    Felagið Peningastovnar: Viðmerkingar til málið um KT-skipanirnar hjá føroysku peningastovnunum Felagið Peningastovnar hevur í dag

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.