Suðuroyar Sparikassi

Tann góða gongdin heldur fram í Suðuroyar Sparikassa

Suðuroyar Sparikassi økir áhaldandi um sítt virksemi og kann vísa á eitt munandi betri hálvársúrslit fyrra hálvár 2017.

Sparikassin er sera væl nøgdur við ta positivu gongdina, og væntar, at sama gongdin heldur fram árið út.

Yvirskotið áðrenn skatt er kr. 1,1 mill. kr. – ein betring á 20% í mun til 2016.

Útlán hjá Suðuroyar Sparikassa eru økt við 3% - úr 560 mió. kr. til 577 mió. kr. Innlánini vuksu við 6% - úr 705 mió. kr. til 747 mió. kr. Vøksturin í útlánunum er í høvuðsheitum til sethús, og innlánini serliga til konti uttan uppsøgn.

Suðuroyar Sparikassi væntar tó, at útlánini við ársenda í 2017 eru minkaði  orsakað av eini tillaging til nýggj og strangari krøv til at styrkja peningastovnarnar komandi árini.

Suðuroyar Sparikassi hevur í fyrra hálvári 2017 lækkað innlánsrenturnar og hækkað ómaksgjøldini. Tillagingin sæst væl í betringini av grundrakstri sparikassans, sum er betraður við 136 % úr 1.032 tkr. til 2.439 tkr. í 2017.

Solvensurin  er 15,0 %  og solvenstørvurin er 10,3 %. Suðuroyar Sparikassi hevur ein yvirdekning uppá 46 %. Suðuroyar Sparekassi lýkur  soleiðis væl og virðiliga øll krøv til bankavirksemi. Hetta avspeglar eisini Eftirlitsdiamantin hjá Fíggjareftirlitinum.

Flex Funding og heimasíðan  www.flexfunding.fo lótu alment upp í Føroyum 29. mai. Flex Funding gevur fyritøkum møguleika at søkja um lán frá privatum og fyritøkum, og gevur samstundis privatum og fyritøkum møguleika fyri at fáa eitt hægri avkast av sínum pengum. Minsta upphæddin lán kann søkjast um á Flex Funding er 200.000 kr.

Klædnahandilin Bob and Marilyn’s suitcase var fyrsta føroyska fyritøkan, sum søkti um fígging gjøgnum Flex Funding. Tað var sera stórur áhugi í at veita fyritøkuni lán, tí lánið varð yvirteknað 2,5 ferðir. Fleiri føroyingar vóru millum lánveitararnar.

Føroyski kaffimaskinuveitarin ATB Andersen er næsta føroyska fyritøkan, ið hevur fingið fígging gjøgnum pallin, og enn fleiri fyritøkur eru á veg út á pallin eftir fígging. 

Suðuroyar Sparikassi hevði almenna móttøku 19. mai í nýggju hølunum á Staravegi 9 í Havn.

Suðuroyar Sparikassi lat á móttøkuni tiltakinum “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi eina peningagávu, og Benjamin Rajani spældi fleiri av sínum frálíku løgum. Alt í alt var hetta ein sera hugnaligur dagur.

Suðuroyar Sparikassi luttók eisini á Orkustevnuni í Havn við CO2 láninum. CO2 lán er eitt lán, ið verður veitt privatum til orkubetringar, har bústaðurin fyrst verður orkukannaður, soleiðis, at betringarnar av húsinum eru so skilagóðar og orkusparandi sum møguligt.

Danska váðaráðið hevur økt kravið til polstringina av føroyskum peningastovnunum frá 1. januar 2018 við 1 % stigi, orsakað av tí góðu fíggjarligu støðuni í Føroyum. Suðuroyar Sparikassi er í góðari tíð farin í holt við at tillaga virksemið til herdu krøvini, so avleiðingarnar vera so lítlar sum møguligt.

Suðuroyar Sparikassin væntar, at ársúrslitið fyri 2017 áðrenn skatt verður 2,4 mió. kr.


Spurningar um hálvársúrslitið kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.