Suðuroyar Sparikassi

BústaðarLán

Hugsar tú um at keypa, byggja ella gera í stand egnan bústað, spyr so okkum. So finna vit saman hvat hóskar best til tín/tykkum.

 

Lániumsókn og treytir

Í samband við viðgerðina av eini lániumsókn verður serliga hugt eftir gjaldsvilja og gjaldsevni - herundir tiltøkupeningi. 

Sum trygd fyri eitt bústaðarlán krevja vit trygd í ognini. Tað merkir, at Suðuroyar Sparikassi fær ein tinglýstan 1. veðrætt á ognini. Fyri realkredittlán fær DLR ein tinglýstan 1. veðrætt á ognini. Somuleiðis krevja vit, at ognin er tryggjað hjá einum tryggingarfelagi. 

Bústaðarlán í Suðuroyar Sparikassa er vanliga býtt millum 1. og 2. veðrættar lán - munurin millum veðrættarnir er virðið á veðrættarstøðini og rentan.

Lán til egnan bústað gevur rætt til rentustuðul. Treytin er, at tú ert undir fullari skattskyldu í Føroyum og býrt í húsinum.  



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.