Suðuroyar Sparikassi

Gjaldsyvirlitið

Kundar, ið hava flytingar tilmeldaðar GjaldSkipanina vilja fáa eitt gjaldsyvirlit við postinum innan mánaðarskifti. Gjaldsyvirlitið vísir hvørjar rokningar skulu gjaldast, herundir upphæddin, gjaldingardagurin, navn á kreditori og aðrir upplýsingar um gjaldingina.

Á gjaldsyvirlitinum sæst hvussu nógv kontan verður skuldskrivað fyri í alt, og harvið fær tú eitt sera gott yvirlit yvir tín privata búskap, og tínar rokningar verða altíð goldnar til tíðina - heilt ómakaleyst fyri teg.

Brúkar tú Netbankan, fært tú eisini eina elektroniska útgávu av gjaldsyvirlitinum í Netbankan. Elektronisku útgávuna finnur tú soleiðis:

 

Avvísing og frámelding

Tá tú hevur móttikið gjaldsyvirlitið, kanst tú avvísa ella frámelda eina gjalding, um tú ynskir tað. Brúkar tú Netbankan, kanst tú sjálv/ur avgreiða hetta tann vegin. Tú kanst eisini biðja peningastovnin avgreiða hetta fyri teg.

 

Ei framdar gjaldingar

Á gjaldsyvirlitinum sæst eisini, um ein gjalding frá mánaðinum frammanundan antin er avvíst av tær, ella peningastovnurin hevur afturflutt gjaldingina.

 

Tilmeldaðar gjaldsavtalur

Tú kanst altíð tilmelda nýggjar gjaldsavtalur til GjaldSkipanina. Tá avtalan er skrásett í GjaldSkipanini, sæst hon á gjaldsyvirlitinum. Hetta gevur tær trygd fyri, at upplýsingarnar um nýggju gjaldsavtaluna eru rættir.

Tó skalt tú brúka inngjaldskortið at gjalda við sum tú plagar, inntil rokningin sæst gjaldsyvirlitinum við upphædd.

 

Frámeldaðar gjaldsavtalur

Á gjaldsyvirlitinum síggjast eisini gjaldsavtalur, ið eru frámeldaðar í GjaldSkipanini. Eftir hetta verður rokningin ikki longur goldin sjálvvirkandi gjøgnum GjaldSkipanina.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.