EftirlønarKonta

Ert tú millum 21 ár og fólkapensjónsaldur, og fult skattskyldugur íFøroyum, so er tað lógarkrav at tú hevur eftirlønarsamansparing. Tað er tó ikki krav, at gjalda eftirløn um inntøkan erlægri enn kr. 3.000. Tað er heldur ikki eitt krav at gjalda eftirløn av hvørjari inntøku, um tú ert yngri enn 21ár ella ert føddir fyri 1. januar 1954. 

Nakrir av fyrimununum við at stovna EftirlønarKontu er, at inngjaldiðkann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni. Eingin rentuskattur skal gjaldast av samansparingini og EftirlønarKontaner kreditorvard.

Inngjald, sum arbeiðsgevarin ger á EftirlønarKontuna, skal ikki roknast sumpartur av skattskyldugu inntøkuni, tí arbeiðsgevarin dregur inngjaldið frá ískattskyldugu inntøkuni, samstundis sum lønin verður flutt. Tað vil siga, at íhesum føri verður frádrátturin roknaður beinanvegin, og tær nýtist tí ikki atskráseta frádráttin í sjálvuppgávuni.

Fyri persónlig inngjøld eftir 1. januar 2014 verður frádrátturin fyri egnuinngjøldini á EftirlønarKontuna og avrokning av eftirlønarskattinum uppgjørd samaár, sum ein partur av skattauppgerðini. Tú kanst draga alt inngjaldið áEftirlønarKontuna frá skattskyldugu inntøkuni.

Hevur tú lutvísa inntøku uttanlands, eigur tú at venda tær til TAKS fyriat fáa vegleiðing um frádráttarmøguleikarnar.

Útgjaldstíðin kann í fyrsta lagi byrja, tá tú nært fólkapensjónsaldurt.v.s. 67 ár. Og tað er tá tú avgerð, hvussu samansparingin skal útgjaldast.

Sum meginregla, so skal samansparingin verða útgoldin soleiðis:

Um so er, at tú sum kontuánari doyrt, áðrenn útgjaldstíðin er byrja  og/ella áðrenn øll samansparingin er útgoldin,fellur útgjaldið – um onnur avtala ikki er galdandi - til tilskilaða sambærteftirlønarsáttmálanum.  

Suðuroyar Sparikassi tekur einki ómaks- ella umsitingargjald fyriEftirlønarKontu. Tó eru tænastugjøld, um samansparingin verður flutt í annanstovn.

Tosa við tín kundaráðgeva og dagfør tína EftirlønarKontu. Um tú ikki hevureina - stovna so eina hjá okkum.

Rokna tína eftirlønarsamansparing her


Pensjónsskattaskipanir fyri1. januar 2014

Pensjónsinngjøld fyri1. januar 2012. Her verða pensjónsútgjøldini skattað við útgjald - Kapitalpensjónvið 35% og Lutapensjón sum A-inntøka.

Pensjónsinngjøld eftir1. januar 2012. Her verða pensjónsinngjøldini skattaði við 40% við inngjald ogeru skattafrí við útgjald.