Felags PIN-kotu til øll tíni kort

Um tú hevur fleiri kort í Suðuroyar Sparikassa, ber til at hava somu PIN-kotu til øll kortini. So sleppur tú undan at minnast fleiri PIN-kotur, og harvið kemur tú heldur ikki at ivast í hvør PIN-kota er til hvat kort.

Vilt tú hava felags PIN-kotu, velur tú PIN-kotuna til eitt av núverandi kortunum til felags PIN-kotu.

Um tú hevur fleiri kort, fáa hesi ikki valdu felags PIN-kotuna, fyrr enn tey verða útskift. Um tú vilt hava felags PIN-kotuna til øll tíni núverandi kort beinanvegin, verða nýggj kort bíløgd við einum tænastugjaldi pr. kort.

Felags PIN-kota er ikki bindandi, men kann frámeldast aftur, við at seta teg í samband við okkum.

 

Tú kanst fáa eins PIN-kotu til hesi kort

 

Vinaliga set teg í samband við okkum, um tú ynskir felags PIN-kotu til tíni kort. Tað kostar einki, at stovna felags PIN-kotu.