Flex Funding, sum Suðuroyar Sparikassi samstarvar við, hevur nú eina føroyska kommunu á pallinum.

Vágs kommuna er kanska fyrsta kommunan í heiminum, sum fær fígging á einum hópfíggingar palli. Í samstarvi við Flex Funding søkir Vágs Kommuna um 29 mill. kr. í láni á FlexFunding.FO, í sambandi við umfígging av lánum. Lánið er eitt sokallað standandi lán - avdráttarfrítt í trý ár – við eini fastari rentu alt tíðarskeiðið á 0,60% p.a.

Í Vágs Kommunu búgva 1.343 fólk - 550 húskir - og Dennis Holm, borgarstjóri, roknar við, at tað er møguligt at kommunan fær fíggja stórsta partin av láninum í nærumhvørvinum: “Vit hava eina stolta siðvenju um, at fíggja verkætlarnir í felag. Vit hava t.d. savnað pening til bygging av einari svimjihøll við 50 m hyli. Orsøkin var, at vit høvdu ein svimjara, ið skuldi luttaka á OL. Tí ivist eg ikki í, at borgararnir síggja tað sum nakað positivt, at luttaka í fíggingini av tí dagliga rakstrinum hjá kommununi.” – sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Fasta rentan á láninum er 0,60% p.a. sum kommunan rindar, meðan lángevararnir fáa eina fasta rentu netto á 0,45% p.a. Munurin á 0,15% stig er kostnaður til Flex Funding pallin.

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Lünell Bruhn, mælir eisini sínum kundum og øllum øðrum til at luttaka í umfíggingini av kommununi. “Vanliga fært tú onga rentu fyri títt innlán í einum pengingatovni og hóast ein bara fær 0,45 pct. so er tað áhugavert, tí ongin váði er í at lána til kommunur. Lán til kommunur verða av mynduleikunum mett at verða uttan váða, og møguleikin at fáa eina garanteraða rentu á 0,45 % p.a. í trý ár, kann lokka bæði stórar og eisini útlendskar íleggjarar”, sigur Søren L. Bruhn.

Nærri kunning um lánið fært tú inni á FLEXFUNDING.FO – fyritreyt er, at tú hevur stovnað tær ein brúkara og innritar – tað er lætt og ómakaleyst.

Kundi tú hugsað tær at verið við til at fíggja lánið til Vágs Kommunu, og harvið fáa 0,45% p.a. yvir trý ár í fastari rentu? Fyri at kunna verða við til at fíggja lánið, stovna tær eina kontu inni á FLEXFUNDING.FO við at velja ‘Gerst kundi’. Tá ið kontan er stovnað og góðkend, flytir tú pening inn á kontuna, og so kanst tú bjóða uppá lánið tá ið uppboðssølan byrjar týsdagin 18. Desember 2018 kl. 11.00. Uppboðssølan er eftir leistinum ‘fyrstur bjóðar, fyrstur fær’.

Hoyr innslag P1 "Følg pengene" gjørdi í morgun
https://www.dr.dk/radio/p1/foelg-pengene/foelg-pengene-42…