GjaldSkipan

Fyri at lætta um og tryggja, at fastar útreiðslur verða goldnar til tíðina, hevur tú møguleika fyri at melda føstu útreiðslurnar til GjaldSkipanina – sum Gjaldsavtalur.

Flest allar fastar útreiðslur kunna meldast til GjaldSkipanina, t.d. SEV, olja, Kringvarpsgjald, telefon og barnaansing.

Fastar útreiðslur sum verða meldaðar til sum Gjaldsavtalur í GjaldSkipanini verða goldnar til tíðina – ómakaleyst og ókeypis fyri teg.

Tú kanst melda fastar útreiðslur sum Gjaldsavtalur í GjaldSkipanina beinleiðis í Netbankanum ella við at venda tær til tín kundaráðgeva í Suðuroyar Sparikassa.

Tá ið ein føst útreiðsla skal meldast til sum Gjaldsavtala í GjaldSkipanini skulu fylgjandi upplýsingar brúkast:

Upplýsingarnar omanfyri standa á inngjaldskortinum (FI-kort) frá veitaranum. Inngjaldskortið móttekur tú oftast sum ta fyrsta gjaldskravið frá veitaranum.

 

Gjaldsyvirlitið

Síðst í hvørjum mánaði fært tú eitt Gjaldsyvirlit sendandi við postinum. Gjaldsyvirlitið er tín tryggleiki og fortelur tær hvørjar fastar útreiðslur verða fluttar komandi mánaðin av kontu hjá tær.

Á Gjaldsyvirlitinum síggjast eisini nýggjar Gjaldsavtalur, bæði tilmeldaðar og frámeldaðar.

Um tú ikki ynskir at móttaka Gjaldsyvirlit sum brævpost, bertil at fara í Netbankan og frámelda hetta. 

Í Netbankanum undir GjaldSkipan finnur tú greitt yvirlit yvir allar Gjaldsavtalur hjá tær, og kanst samstundis lætt og skjótt stovna/broyta/strika Gjaldsavtalur har. Tú finnur eisini mánaðarliga Gjaldsyvirlitið í Netbankanum í Skjalagoymsluni.


Rætt at avvísa og frámelda

Eftir nærri tíðarfreistum hevur tú fullan rætt til at avvísa ætlaði gjøld og frámelda Gjaldsavtalur í GjaldSkipanini.

Um tú ynskir at avvísa eitt komandi gjald ta einu ferðina, skalt tú avvísa gjaldið í seinasta lagi tann 7. í gjaldsmánaðinum – óansæð nær í mánaðinum gjaldið fellur til gjaldingar. Um 7. í gjaldsmánaðinum ikki er ein bankadagur, er freistin, fyrsti bankadagur eftir 7. Tú kanst avvísa komandi gjøld í Netbankanum, ella við at seta teg í samband við Suðuroyar Sparikassa.

Um tú ynskir at frámelda eina Gjaldsavtalu – fasta útreiðslu sum verður goldin umvegis GjaldSkipanina – kanst tú gera tað til eina og hvørja tíð. Frámeldingin fær virknað fyri komandi gjaldi, tó í fyrsta lagi komandi gjøld 2 bankadagar eftir avmeldingina.