Rinda lætt og trygt við Google Pay

Google Pay er ein lætturog tryggur máti at rinda við tíni Android-telefon í handlum, á netinum og íappum. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta annað enn tínar vanliguAndroid eindir.

Fyritreyt fyri at kunnarinda við Google Pay í handlum er, at tín Android-eind hevur stýrisskipanAndroid 5.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís.

Tú kanst nýta Google Pay áøllum støðum, sum skelta við einum av hesum ímyndum:


 


Tryggurgjaldsháttur

Kortupplýsingarnar hjá tæreru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella íhandlinum, har tú nýtir Google Pay.

 

Tá tú rindar við GooglePay, nýtir skipanin eitt serstakt nummar og eina serstaka transaktiónskotu.Títt  kortnummar verður ongantíð goymt í fullumlíki – hvørki á tínum tóli ella á servarum hjá Google. Tað verður heldur ikkideilt við handlar og onnur, har tú nýtir Google Pay.

 

Tá tú rindar íhandlum

Tú rindar kvikliga viðGoogle Pay við bert at læsa tína telefon upp við kotu ella fingramerki, ogsíðan at halda telefonini tætt aftur at gjaldsterminalinum, júst sum tú vanligagert við tínum kontaktleysa gjaldskorti.

 

 

Tá tú rindar í appum og á netinum

Tá tú rindar í appum ognethandlum, er Google Pay ein skjótari gjaldsháttur, tí tú skalt ikki longurnýta tíð og orku at stovna kontur ella fylla long oyðibløð út.

 

Fyri at gjalda í appum ognethandlum í Google Chrome frá tíni telefon ella teldli skalt tú velja GooglePay við kassan og góðkenna gjaldið.


Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Google Pay

Android smartphone ella -teldil:

 

 Telda viðGoogle Chrome

 

Tak niður Google Pay-appina her.