Hóast hvassa kapitalódn og lágtrentutrýst, heldur Suðuroyar Sparikassi fast.

Grundraksturin hjá Suðuroyar Sparikassa var 1,6 mió. kr. í 2019, ímeðan yvirskotiðhjá Suðuroyar Sparikassa í 2019 var 0,5 mió. kr.

Vit eru minni nøgd við 2019, og spent uppá 2020”, sigur Søren L.Bruhn, bankastjóri.

Útlánini hjá Suðuroyar Sparikassa  minkaðu í 2019  við 1,4  prosentum - úr 582 mió. kr. til 573 mió. kr.Suðuroyar Sparikassi valdi at tálma útlánini fyri at nøkta komandi kapitalkrøvum(NEP og ískoytiskrøvum til kapital) og minkaði samstundis um kredittváðan,meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri.  Innlánini hækkaðu við 2,9 prosentum - úr 700mió. kr. til 721 mió. kr.

Sparikassinbyrjaði í april 2019 samstarv við DLR um realkredittfígging. Fyrsta árið eru 8% av øllum 1. veðrættunum hjá Sparikassanum fíggjaði við realkredittlánum.Komandi árini verða enn fleiri realkredittfíggjaði lán.

Úrslitið áðrenn skatt í 2019 var 0,5 mió. kr. Rentu- og ómaksgjøld hækkaðuúr 26,2 mió. kr. í 2018 til 26,7 mió. kr. í 2019. Vinningurin av virðisbrøvumvar 136 t.kr. samanborið við eitt tap á 261 t. kr. í 2018.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 1,0 prosenti úr 23,8mió. kr. í 2018 til 24,0 mió. kr. í 2019.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1.254 t.kr. samanborið við  726 t.kr. í 2018.

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2020 verður positivt við áleið 2,0 - 2,5 mió. áðrenn skatt.

Árið 2019 var áhugavert við nógvum spennandi verkætlanum, men eisini viðtilætlaðari lækking í útlánunum og vøkstri í realkredittlánum.

Hópfígging avkommunuskuld setti eisini Sparikassan á heimskortið í 2019. Sparikassin varfyrsti peningarstovnur  at bjóða hetta.Lánið varð fullteknað. Sparikassin metir hópfígging verða framtíðarinnarfíggingarhátt við øllum teimum nýggju tøkniligu møguleikunum og í samsvar viðrákið við skiftisbúskapi.

Í november gjøgnumførdi Sparikassin eina kosna kapitalhækkan á nominelt4.400 t.kr. fyri at bjálva seg til framtíðina. Sparikassin er nú bara 2,1 %stig frá at uppfylla komandi lógarkrøv til kapital í 2025.

Sostatt er solvensurin 17,6 %, meðan harða lógarkravið fráFíggjareftirlitinum  1. januar 2020 er10,9 % og samlaða lógvarkravið (bleytt og hart) er 15,9 %.

Hans Petur Joensen heldur fram sum formaður í nevndini og Gudfinn Olsenheldur somuleiðis fram sum næstformaður. Óli Holm stillaði ikki uppaftur eftir25 ár í nevndini og formaðurin takkaði honum fyri trúgva tænastu hesi monguárini. Í nevndina fyri Óla Holm er valdur Rúni Joensen, advokatur.

Higartil í 2020 fyllir korona nógv í gerandisdegnum hjáokkum øllum, eisini í Suðuroyar Sparikassa og okkara kundum. SuðuroyarSparikassi er altíð til reiðar at veita kundum sínum eina hjálpandi hond.Suðuroyar Sparikassi metir í løtuni ikki, at korona fær neiliga ávirkan á raksturinfyri 2020. 

Nærrikunning
Spurningar kunnusetast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tak niður
Ársfrásøgn 2019