Hóast hvassa kapitalódn og lágt rentutrýst, heldur Suðuroyar Sparikassi fast við framgongdini.

Yvirskotið hjá Suðuroyar Sparikassa var 1,9 mió.kr. í 2018. Grundraksturin var uppá  2,9mió. kr.

Vit eru stak vælnøgd við  2018 og gleðaokkum til 2019” sigur Søren L. Bruhn, bankastjóri.

Suðuroyar Sparikassi hevur hvørt ár síðan 1994avrikað ein hóvligan útlánsvøkstur, og hvørt ár er kundaskarin eisini øktur. Vøksturiní útlánum hjá Suðuroyar Sparikassa  í 2018 er 1,7 prosent - úr 572 mió.kr. til 582 mió. kr. Innlánini lækkaðu við 5,5 prosent - úr 741 mió. kr. til 700mió. kr. Vøksturin í útlánunum er í høvuðsheitum til sethús.

Suðuroyar Sparikassi ansar eftir at tálma útlánunumfyri at nøkta komandi krøvum (NEP og ískoytiskrøvum til kapital). SuðuroyarSparikassi herdi í 2017  treytirnar fyri at fáa fígging. SuðuroyarSparikassi væntar at minka um útlánini í 2019 fyri at minka um kredittváðanstundvísliga, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri.

Suðuroyar Sparikassi hevur hóast vaksandi útlán,megnað at styrkt solvensin til 16,6 prosent, sum er tað hægsta síðani 2006.Solvensurin er styrktur 1,2 prosentstig samanborið við 2017, í sambandi við at partapeningurinbleiv hækkaður við 2,5 mió. kr. við nýtekning í 2018. Suðuroyar Spariassilýkur  soleiðis væl og virðiliga øll krøv til bankavirksemi. Hettaavspeglar eisini Eftirlitsdiamanturin hjá Fíggjareftirlitinum.

Árið byrjaði við skiftinum til nýggjuniðurskrivingarreglurnar IFRS9. Nýggju reglurnar kostaðu 1,8 mió. í mistarieginogn at seta í verk. Hetta svarar á leið til alt yvirskotið í 2018.Reglurnar vórðu settar í verk í Føroyum uttan fimm ára skiftistíð, sum donskumpeningastovnum stóð í boði. Reglurnar virkaðu sostatt negativt á solvensin við0,5 prosentstigum samstundis, sum peningastovnarnir skulu økja um sín kapital.

Henda harðrenda verksetan av IFRS9-reglunum kemursamstundis, sum peningastovnarnir skulu lúka nýggjar treytir fyri at standaímóti ”tí systemiska váðanum” í føroyska búskapinum. ”Tann systemiska váðan”hevur Váðaráðið sett at vera 3 prosentstig, ið verða sett í verk við 1prosentstigi fyri hvørt ár frá 2018. Hetta eru krøv, ið krevja enn meirakapital í peningastovnunum. Krøv, sum t.d. danskir peningastovnar – sumføroysku peningstovnarnir kappast við - ikki skulu lúka. Tó hava danskirpeningastovnar fingið ásett 1 prosentstig í ”kontrasykliskum buffara”. Viðhesum eru kapitalkrøvini fyri føroysku peningastovnarnar 2 prosentsig harðarienn somu krøv til donsku peningstovnarnar – og leggið afturat hesum taharðrendu verksetanina av IFRS9.

Afturat øllum hesum kemur, at peningastovnarnir skuluverða lidnir við at seta í verk ein ”kapitalbevaringsbuffara”. Sum heild merkirhetta, at krøvini til Suðuroyar Sparikassa eru 12,5 prosent í 2018 móti 8prosent áður.

Í januar í 2019 økist hetta krav uppaftur meira til 14,2prosent. Krøvini í 2020 gerast 15,8 prosent, sum í 2025 herðast til 18,7prosent. Orsøkin er at kapitalkrøvini til peningastovnarnar herðast uppafturmeiri frá árunum 2020 – 2025, tá sokallaðu NEP krøvini verða verksett.

Samanumtikið hevur 2018 verið eitt gott og hendingaríktár, har innlánini eftir ætlan eru minkaði og útlánini vaksin. Ársúrslitið hækkaðií 2018.

Úrslitið áðrenn skatt í 2018 varð 1,9 mió. kr.Rentu- og ómaksgjøld lækkaðu úr 26,2 mió. kr. í 2017 til 26,0 mió. kr. í 2018. Tapav virðisbrøvum var 261 tkr. samanborið við ein vinning á 138 t. kr.  í2017.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðuvið 1,8 prosenti úr 23,4 mió. kr. í 2017 til 23,8 mió. kr. í 2018.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 726t. kr.  samanborið við 1,5 mió. kr. í 2017.

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2019 verður positivt við áleið 1,0 - 1,5 mió. áðrenn skatt.

Árið 2019 verðuráhugavert við nógvum spennandi verkætlanum, men eisini við tilætlaðari lækkingí útlánunum.