Keyp trygt á netinum 

Um tú keypir á netinum, kanst tú koma út fyriat handilin krevur at títt/tíni kort eru tilmeldaði Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / Mastercard ID Check fyri at kunna keypa frá teimum.

30. oktober 2013 kom nýggj mannagongd ísamband við Verified by Visa / Mastercard ID Check í gildi. Skrásetingaráðrenn 30. oktober 2013 eru tí óvirknar.

Við verandi trygdarloysn fært tú einaeinnýtiskotu sendandi við sms-boðum á tína fartelefon, hvørja ferð tú keypir ánethandlum, ið eru knýttar at Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / Mastercard ID Check.

Vilt tú melda títt/tíni kort til Dankort Secured by Nets / Verified by Visa /Mastercard ID Check, mást tú seta teg í samband við okkum á tel. 359870 ellasenda teldupost til tín kundaráðgeva, so skráseta vit títt/tíni kort.