21. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagurin 22.mai er ikki bankadagur í Danmark. Tí verða ongar bankaflytingar*) gjøgnumførdarhesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, ið eru galdandi, umflytingar skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn Kristi himmalsferðardag.

Lønarflytingar
Lønarflytingar mugu avgreiðast íseinasta lagi týsdagin 19. mai kl. 15.30. Lønir, ið verða fluttar eftir hesafreist, koma á kontu hjá móttakara mánadagin 25. mai.

Flytingar til aðra kontu í SuðuroyarSparikassa
Seinasta freist at gera flytingartil aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa er mikudagin 20. mai kl.18.30.  

Flytingar til kontu í øðrum peningastovni
Seinasta freist at gera vanliga flyting til kontu í øðrumpeningastovni er týsdagin 19. mai kl. 18.30.Freistin at gera flyting sama dag er mikudagin 20. mai kl. 11.  

Flytingar til útheimin
Seinasta freist at gera flytingar tilútheimin í Netbankanum er mikudagin 20. mai kl. 12. 

*) Skundflytingar, flytingar til útheiminundantiknar
Kunnu tó altíð gerast og eru frammi hjá móttakara beinanvegin.