Mastercard

Hugsar tú um frælsi og smidleika – við Mastercard hevur tú møguleikan.

Mastercard er eitt altjóða kort, ið kann nýtast í øllum handlum, sjálvtøkum og á internetinum. Mastercard fæst bæði sum eitt debitt- og sum eitt kredittkort. Harumframt fáast debitt- og kredittkortini í fleiri ymsum útgávum – Young (13-17ár), Silvur (18-29 ár), Standard, Gull og Platinum, hvørt við sínum hentleikum og kostnaði.

Bæði privatkundar og vinnukundar kunnu ogna sær Mastercard, og hetta er tí vælegnað til fólk, ið eru nógv uttanlands, bæði í privatum ørindum og í arbeiðsørindum.

Mastercard hevur í mun til onnur gjaldskort hægri nýtsluhámørk. Og til nøkur av kortsløgunum fylgja fleiri ágóðar við kortinum, so sum ferða- og viðføristrygging, avsláttur á billeigu og hotelgisting v.m. Les meira um tryggingar og aðrir ágóðar við Mastercard á lopimastercard.dk.

Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Lokale Pengeinstitutter um tryggingarnar, sum fylgja við Mastercard.

 

Samanber Mastercard sløgini her.
Les um spurningar og svør frá Mastercard her.