Tíðliga í komandiári fáa kundar hjá føroysku peningastovnunum nýggjan Netbanka. Í tí sambandiverður innritanin til Netbankan broytt. Í dag rita kundar inn við NemID, men táið nýggi Netbankin verður tikin í nýtslu, skulu tey í staðin brúka Samleikan.

Heita á øll umat fáa sær Samleikan
Føroyskupeningastovnarnir heita nú á kundar, sum ikki hava Samleikan, um at skrásetaseg á www.samleikin.fo, so tey kunnu rita inní nýggja Netbankan.

Ein fyrimunurat skráseta seg í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsókninviðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikiner klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undanóneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin kemur, og øll skulu brúka Samleikantil innritan.

Í Danmark verðurNemID avloyst av MitID. Tilgongdin er byrjað , men hetta fer ikki at ávirka kundarí føroyskum peningastovnum, sum bara skulu brúka Samleikan til innritan. Tey,sum av øðrum orsøkum hava NemID, eiga at fylgja kunningini frá donskummyndugleikum um, hvussu MitID verður útvegað á mitid.dk.