Fyri at betra um og tillaga raksturin til, lágarentustøðið og herdu kapitalkrøvini til peningastovnarnar, broytir SuðuroyarSparikassi rentur og tænastugjøld tann 21. januar 2021.

Vanlig innlán - privatkundar
Markið fyri, hvussu stóra upphædd privatkundar kunnu hava innistandandi ávanligum innláni uttan at rinda negativa rentu, lækkar úr 250.000 kr. niður í100.000 kr. Hetta merkir, at negativ renta verður rindað av tí upphædd, sum eromanfyri 100.000 kr.

Samansparingarkontur
Renturnar á øðrum samansparingarkontum lækka við upp til 0,2 %, samstundislækkar markið fyri, nær kontur við 3, 12, og 18 mánaðar uppsøgn fáa negativarrentur - úr 2.500.000 kr. til 1.000.000 kr. Negativ renta á 0,75 % verður rindaðav tí upphædd, sum er omanfyri 1.000.000 kr.

Vinnulán
Rentan á vinnulánum hækkar við upp til 0,75 %.

Tænastugjøld
Nýggj og dagførd tænastugjøld verða eisini ásett.

Gildiskoma
Broytingarnar koma í gildi 21. januar 2021. Yvirlit yvir rentur og tænastugjøld verður dagførtá heimasíðuni www.ss.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.

 

Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, á tel. 239872 ellasoren@ss.fo.