Cryptomathic (gomul innritan) verður ikki longur mett at vera ein trygginnritanarloysn fyri kundarnar, og tí verður hesin háttur at rita inn íNetbankan og Lønarportalin ikki longur tøkur tann 29. mai 2020.

Í dag innrita flestallir føroyingar við NemID í Netbankanum. Men nakrirfáir privat- og vinnukundar brúka framvegis Cryptomathic-innritanina tilNetbankan og nøkur vinnurekandi til Lønarportalin.

Trygdin er avgerandi
Innritan við Cryptomathic krevur bert eitt loyniorð, og tí verður trygdin ikki mett at vera nóg góð. Cryptomathic gevur eisini brúkarunum nógvar trupulleikar, tí hon riggar bert í gamla Internet Explorer-kaganum, ið ikki longur er tryggur at brúka. Harumframt krevur hon forritið Java á telduni, sum eisini verður mett at vera ótrygt.


NemID er ein munandi tryggari innritan, av tí at hon bæði krevur loynital ogloyniorð fyri at fáa atgongd til Netbankan ella Lønarportalin. Ein trygg,føroysk innritanarloysn – Talgildi Samleikin – verður í løtuni ment. Føroyskirpeningastovnar vænta at taka Talgilda Samleikan í nýtslu í 2021.

Tosa við bankan áðrenn 29. mai
Peningastovnarnirheita á øll, sum framvegis brúka “gomul innritan”, t.e. Chryptomatic, um atseta seg í samband við sín peningastovn í góðari tíð innan freistina 29. maifyri at stovna NemID. Eftir henda dag fer tað bert at bera til at innrita íLønarportalin og Netbankan við NemID. Tá nýggja føroyska innritanarloysnin erklár at taka í nýtslu hjá peningastovnunum, verður NemID innritanin síðanivæntandi avtikin.