Korona ávirkar hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa

Hálvársúrslitiðhjá Suðuroyar Sparikassa er í stóran mun ávirkað av alheimsfarssóttiniCOVID-19. 

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 er 459 t.kr., sum er 579 t.kr. lægrienn fyrra hálvár 2019. 

Innlánini eru hækkaði við 6,9% - úr 728 mió. kr. í 778 mió. kr. 

Útlánini eru lækkaði við 3,6% - úr 588 mió. fyrra hálvár 2019 niður í 567mió. kr. fyrra hálvár 2020. Hetta stendst í høvuðsheitum av, at fleiri og fleiri velja ella leggja um til realkreditlán. 

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 17,7% ogsolvenstørvurin er 10,6%. 

Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldførið,208%, samanborið við 125% sama tíðarskeið í fjør. LCR er 539%. 

Úrslitið er nógv ávirkað av COVID-19, og tí hevurverið neyðugt at sett eyka av í niðurskrivingum, umframt at kurstapið er 65t.kr. ímóti einum kursvinningi á 178 t.kr. fyri fyrra hálvár 2019. 

Suðuroyar Sparikassi metir hálvársúrslitið sum ikkinøktandi, men trupult er at verja seg fyri eini herviligari koronafarsótt, iðer beinleiðis orsøk til laka hálvársúrslitið.

Spurningar um hálvársúrslitið kunnu setastSøren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.