Nýggj trygdarkrøv frá ES hava við sær, at trygdin í Netbankanum verður økt tann14. september. Í tí sambandi eru tvær broytingar, ið ávirka teg:


NemID-lyklaappin ger tað lættari at brúka Netbankan
Um tú hevur NemID-lyklaappina á telefonini, er tað lættari at rita inn íNetbankan. Appin er eins trygg og vanliga lyklakortið, og tú sleppur undan athava kortið við tær. Les meira um appina her.

Legg til merkis, at NemID-lyklaappin finst í tveimum útgávum - ein til privatNemID og ein til vinnulig, starvsfólka NemID.

Brúkar tú "Gomul innritan"
Av tí at einnýtiskotan verður send til tína fartelefon, er tað umráðandi, atrætta nummarið er skrásett hjá okkum. Set teg í samband við okkum á 359870 umskrásetingin skal broytast.