Gera kort virkið
Tá tú hevur móttikið eitt VISA/Dankort ella eitt Mastercard, er tað sera týdningarmikið, at tú gert kortið virkið beinanvegin.
Soleiðis gert tú títt kort virkið
- Í Suðuroyar Sparikassa hava allir kundar eitt kundanummar. Vinaliga finn títt persónliga kundanummar, ið tú finnur á tínum kontuavritum. Kontuavrit síggjast undir Samskifti, skjalagoymsla í Netbankanum.
- Ring til Nets á tel 0045 44897350.
- Trýst kortnummarið , enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
- Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er null og síðan fýra tey síðstu tølini í tínum persónliga kundanummari.
- Eftir hetta fært tú boðini: "Kortet er nu aktiveret".
Nú kann kortið brúkast í sjálvtøkum, handlum og á internetinum.