Suðuroyar Sparikassi

Netbankin til teldu/teldil

Við Netbankanum til teldu/teldil kanst tú m.a.

Umframt hetta kanst tú senda teldupost til tín kundaráðgeva ella Suðuroyar Sparikassa, gera lønarflytingar* og handla við virðisbrøvum í Netbankanum.

*Neyðugt er at hava Lønarportalin, fyri at gera lønarflytingar.

 

Skráset fartelefonnummarið í Netbankanum – bert fyri privatkundar

Sum liður í arbeiðinum at tryggja Netbankan so væl sum yvirhøvur gjørligt, er tað neyðugt at tú skrásetur títt fartelefonnummar í Netbankanum. Er einki fartelefonnummar skrásett, ber ikki til at fremja flytingar yvir eina ávísa upphædd í Netbankanum. 

Tá ein ella fleiri flytingar yvir eina ávísa upphædd verða gjørdar í Netbankanum, fært tú sms-boð við eini einnýtiskotu á ta fartelefonnummarið, sum er skrásett í Netbankanum. Tí er neyðugt, at hava fartelefonina hjá tær, tá ið tú gert flytingar í Netbankanum.Tú fært upplýst, at ein flyting er við at verða framd í tínum Netbanka, og tú verður biðin um at tøppa einnýtiskotuna í Netbankan fyri at góðkenna og fremja flytingina. Flytingar til lond uttan fyri danska kongaríkið skulu váttast við einnýtiskotu utttan mun til upphædd.

Einnýtiskota er bert galdandi fyri privatkundar og bert fyri flytingar gjørdar í Netbankanum á eini teldu/teldli.

Einnýtiskota skal ikki brúkast, um talan er um:

 

Hevur tú trupulleikar við Netbankanum, vinaliga set teg í samband við tín kundaráðgeva.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.