Suðuroyar Sparikassi

Grundraksturin 1,6 mió. kr. í 2019

Hóast hvassa kapitalódn og lágt rentutrýst, heldur Suðuroyar Sparikassi fast.

Grundraksturin hjá Suðuroyar Sparikassa var 1,6 mió. kr. í 2019, ímeðan yvirskotið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2019 var 0,5 mió. kr.

Vit eru minni nøgd við 2019, og spent uppá 2020”, sigur Søren L. Bruhn, bankastjóri.

Útlánini hjá Suðuroyar Sparikassa  minkaðu í 2019  við 1,4  prosentum - úr 582 mió. kr. til 573 mió. kr. Suðuroyar Sparikassi valdi at tálma útlánini fyri at nøkta komandi kapitalkrøvum (NEP og ískoytiskrøvum til kapital) og minkaði samstundis um kredittváðan, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri.  Innlánini hækkaðu við 2,9 prosentum - úr 700 mió. kr. til 721 mió. kr.

Sparikassin byrjaði í april 2019 samstarv við DLR um realkredittfígging. Fyrsta árið eru 8 % av øllum 1. veðrættunum hjá Sparikassanum fíggjaði við realkredittlánum. Komandi árini verða enn fleiri realkredittfíggjaði lán.

Úrslitið áðrenn skatt í 2019 var 0,5 mió. kr. Rentu- og ómaksgjøld hækkaðu úr 26,2 mió. kr. í 2018 til 26,7 mió. kr. í 2019. Vinningurin av virðisbrøvum var 136 t.kr. samanborið við eitt tap á 261 t. kr. í 2018.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 1,0 prosenti úr 23,8 mió. kr. í 2018 til 24,0 mió. kr. í 2019.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1.254 t.kr.  samanborið við  726 t.kr. í 2018.

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2020 verður positivt við á leið 2,0 - 2,5 mió. áðrenn skatt.

Árið 2019 var áhugavert við nógvum spennandi verkætlanum, men eisini við tilætlaðari lækking í útlánunum og vøkstri í realkredittlánum.

Hópfígging av kommunuskuld setti eisini Sparikassan á heimskortið í 2019. Sparikassin var fyrsti peningarstovnur  at bjóða hetta. Lánið varð fullteknað. Sparikassin metir hópfígging verða framtíðarinnar fíggingarhátt við øllum teimum nýggju tøkniligu møguleikunum og í samsvar við rákið við skiftisbúskapi.

Í november gjøgnumførdi Sparikassin eina kosna kapitalhækkan á nominelt 4.400 t.kr. fyri at bjálva seg til framtíðina. Sparikassin er nú bara 2,1 % stig frá at uppfylla komandi lógarkrøv til kapital í 2025.

Sostatt er solvensurin 17,6 %, meðan harða lógarkravið frá Fíggjareftirlitinum  1. januar 2020 er 10,9 % og samlaða lógvarkravið (bleytt og hart) er 15,9 %.

Hans Petur Joensen heldur fram sum formaður í nevndini og Gudfinn Olsen heldur somuleiðis fram sum næstformaður. Óli Holm stillaði ikki uppaftur eftir 25 ár í nevndini og formaðurin takkaði honum fyri trúgva tænastu hesi mongu árini. Í nevndina fyri Óla Holm er valdur Rúni Joensen, advokatur.

Higartil í 2020 fyllir korona nógv í gerandisdegnum hjá okkum øllum, eisini í Suðuroyar Sparikassa og okkara kundum. Suðuroyar Sparikassi er altíð til reiðar at veita kundum sínum eina hjálpandi hond. Suðuroyar Sparikassi metir í løtuni ikki, at korona fær neiliga ávirkan á raksturin fyri 2020. 

Nærri kunning
Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tak niður
Ársfrásøgn 2019


Tíðindi

  • 18 Jun 2020

    Góða jóansøku
    Vit ynskja øllum suðuroyingum og gestum góða jóansøku. Fríggjadagin hevur deildin í Vági opið sum

  • 19 May 2020

    Freistir fyri flytingar hesa vikuna
    21. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagurin 22. mai er ikki bankadagur í Danmark. Tí

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.