Suðuroyar Sparikassi

NemID verður skift út við Samleikan

Tíðliga í komandi ári fáa kundar hjá føroysku peningastovnunum nýggjan Netbanka. Í tí sambandi verður innritanin til Netbankan broytt. Í dag rita kundar inn við NemID, men tá ið nýggi Netbankin verður tikin í nýtslu, skulu tey í staðin brúka Samleikan.

Heita á øll um at fáa sær Samleikan
Føroysku peningastovnarnir heita nú á kundar, sum ikki hava Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo, so tey kunnu rita inn í nýggja Netbankan.

Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin kemur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.

Í Danmark verður NemID avloyst av MitID. Tilgongdin er byrjað , men hetta fer ikki at ávirka kundar í føroyskum peningastovnum, sum bara skulu brúka Samleikan til innritan. Tey, sum av øðrum orsøkum hava NemID, eiga at fylgja kunningini frá donskum myndugleikum um, hvussu MitID verður útvegað á mitid.dk.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.