Suðuroyar Sparikassi

Stovna Boðtænastu í Netbankanum

Ynskir tú at stovna Boðtænastu, kanst tú gera hetta í tínum Netbanka.

Á næstu mynd kanst tú velja ta tænastu ið hóskar best til tín tørv. Vel ein av hesum møguleikum og trýst á "Stovna" útfyri tann møguleika tú velur.

Síðan velur tú fyri hvørja kontu tú ynskir Boðtænastan sendir tær boð um, títtleika og um boðini skulu verða til fartelefon ella teldupostadressu. 

Áset t.d. upphæddina eitt sindur lægri enn vanligu nettulønina og tú fært beinleiðis sms-boð, tá lønin kemur inn á tína kontu.

Tú kanst eftir tørvi broyta ella strika Boðtænastuna í Netbankanum.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.