Suðuroyar Sparikassi

Vágs Kommuna á Flexfunding.fo

Vágs Kommuna velur aftur at hópfíggja

Øll kunnu bjóða at lána, tá Vágs Kommuna á Flexfunding.fo, fríggjadagin 14. januar 2022, kl. 11:00, søkir at hópfíggja í alt 46 milliónir krónur til eina rentu á 0,45 % árliga til lánsgevararnar.

Vágs kommuna endurtekur nú væleydnaðu hópfíggingina av kommunuskuldini. Fyri trimum árum síðani søkti kommunan – møguliga sum tann fyrsta í heiminum – um fígging á einum hópfíggingarpalli, flexfunding.fo. Lánið varð fíggjað eftir 14 døgum av lokalum borgarum, vinnuligum íleggjarum og Suðuroyar Sparikassa.

Í samstarvi við Flex Funding søkir Vágs Kommuna um 46 milliónir krónur í láni á Flexfunding.fo, í sambandi við umfígging av kommunuskuldini. Lánið er eitt sokallað standandi lán - avdráttarfrítt í trý ár – við eini árligari fastari rentu á 0,60 %. Lángevararnir fáa eina árliga fasta rentu á 0,45 % í trý ár. Munurin á 0,15% er kostnaður at brúka Flex Funding pallin.

1.380 fólk búgva í Vágs Kommunu, og kommunan hevur seinastu árini ment seg nógv. Í dag hýsir Vágs Kommuna eitt fjølbroytt vinnulív og eitt ríkt frítíðar- og mentanarlív. Borgarstjórin, Bjarni Johansen, væntar, at tað verður møguligt hjá kommununi at fáa fíggjað ein part av láninum í nærumhvørvinum

- Hópfígging av kommunuskuldini gevur borgarunum møguleika at stuðla lokalt og samstundis fáa ein vinning á samansparingini – ein vinn/vinn støða. Minsta upphædd, ið ein kann lána út, er 200 kr. so øll kunnu vera við, sigur borgarstjórin.

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Lünell Bruhn, sær tað sum eitt gott ískoyti til innistandandi í banka at verða við í umfíggingini av kommunuskuldini.

- Í verandi marknaðarstøðu fær kundin negativa ella onga rentu fyri innistandandi í einum peningastovni. Hetta er ein møguleiki, um ein kann binda peningin í trý ár, tí váðin á kommunufígging er sera lágur. Lán til kommunur verða av mynduleikunum mett at verða uttan váða, sigur stjórin.

Uppboðssølan byrjar fríggjadagin 14. januar 2022 klokkan 11.00. Uppboðssølan er almenn og skipað eftir leistinum ‘fyrstur bjóðar, fyrstur fær’.

Meira kunning fæst við at seta teg í samband við Søren Lünell Bruhn, stjóra, tel.: 239872 ella á teldupost: soren@ss.fo ella Bjarna Johansen, borgarstjóra, tel.: 239304 ella á teldupost: bjarni@vagur.fo.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.