Persónsupplýsingar og cookies

Suðuroyar Sparikassi er ein fíggjarligur stovnur, har vit skráseta og viðgera persónupplýsingar um teg, fyri at kunna bjóða tær nøktandi ráðgeving og eitt útboð av fíggjarligum veitingum og tænastum. Ein persónupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni, t.e. tann skrásetti. Ein viðgerð er øll nýtsla, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er automatisk ella ikki.

Suðuroyar Sparikassi sum dátuábyrgdari

Suðuroyar Sparikassi er dátuábyrgdari fyri tær viðgerðir av persónupplýsingum, sum fara fram í bankanum og tekur øll neyðug stig, fyri at verja tínar persónupplýsingar í samsvari við galdandi dátuverndarlóggávu.

Lógarheimild fyri skráseting og viðgerð avpersónupplýsingar

Suðuroyar Sparikassi skrásetir og nýtir tínar persónupplýsingar, fyri at kunna veita tær best møguligu ráðgeving og tænastur. Tá tú gerst kundi hjá okkum, eru tað ávísar persónupplýsingar, vit sambært lóg skulu og hava rætt til at viðgera um teg. Hesar eru m.a.:

·         Lóg um fíggjarligt virksemi

·         Roknskaparlógin

·         Skattalógin

·         Hvítvasklógin

·         Dátuverndarlógin

·         Kreditavtalulógin

·         Lóg um virðisbrævahandlar

Suðuroyar Sparikassi viðger persónsupplýsingar um teg fyri at halda avtalur, ella um tú hevur givið okkum samtykki til at viðgera tínar persónupplýsingar til eitt ella fleiri nágreinað endamál. Vit viðgera eisini persónsupplýsingar um teg, tá tað er neyðugt fyri av røttum at kunna fylgja heimilaðum áhugamálum hjá Suðuroyar Sparikassa, og viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast, ella at viðgerðin er heimilað í lóg. Hetta kann t.d. verða fyri at fyribyrgja hvítvaski v.m., misnýtslu ella tapi, men eisini fyri at styrkja KT- og gjaldstrygdina.

Vit skráseta og viðgera eisini persónsupplýsingar í sambandi við annað virksemi, sum Suðuroyar Sparikassi skal gera í samband við fíggjarligt virksemi. Tað snýr seg t.d. um virksemi í sambandi við kredittmetingar, váðametingar, kanningar, innanhýsis eftirlit, hagfrøði, umsiting, kanning av kundanøgdsemi og til beinleiðis marknaðarføring.


Hvørjar persónsupplýsingar skrásetir og viðger Suðuroyar Sparikassi?

Vit skráseta og viðgera persónupplýsingar í sambandi við, at vit veita fíggjarligar tænastur og veitingar, m.a. kontur, gjaldstænastur, netbanka, lán og kredittir, og tá kredittmeting verður gjørd. Alt eftir hvørjum veitingum ella tænastum tú hevur ella vilt hava, skráseta vit hesi sløg av persóns-upplýsingum:


Vanligar persónupplýsingar eru upplýsingar um:

·         Navn, bústað, telefonnummar, teldupostbústað, føðingardag, hjúnarstøðu, yrki, útbúgving, p-tal og samleikaprógv

·         fíggjarligar upplýsingar (kontu- og kortnummar, inntøku- og ognarviðurskifti, trygdir, skuld, húsarhaldsnýtsla og flytingar og viðmerkingar ella boð í sambandi við hesar flytingar)

·         upplýsingar um, hvørji produktir og tín familja hevur, fyri at kunna veita tær røttu ráðgeving og tænastu

 

Viðkvæmar persónsupplýsingar eru sambært dátuverndarlógini upplýsingar um:

·         húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna

·         átrúnaðarlig, heimspekilig ella politisk sannføring

·         ílegu- og biometriskar dátur við tí endamáli at eyðmerkja ein persón

·         yrkisfelagsligt tilknýti

·         revsiverd viðurskifti

·         kynslig viðurskifti

·         heilsustøða

·         munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti

 

Viðkvæmar persónupplýsingar eru upplýsingar, sum sambært lógini skulu farast væl um og verjast væl. Suðuroyar Sparikassi skrásetir og viðger bert viðkvæmar persónsupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt fyri at kunna veita tær røttu ráðgeving, tænastu, m.a. flytingar og fyri at halda avtalur við teg, ella tá tað er neyðugt fyri at gera eitt rættarkrav galdandi. Er hetta ikki heimilað í lóg, biðja vit um títt samtykki.

 

Okkara førleiki at veita tær best møguligu ráðgeving og tænastu í mun til tín tørv, er tengdur at, hvussu væl vit kenna teg. Tí er tað týdningarmikið, at tær upplýsingar, tú letur okkum, eru rættar og neyvar, og at tú kunnar okkum møguligar broytingar í teimum viðurskiftum, sum upplýsingarnar viðvíkja.

 

Fyri at kunna gera ávísar uppgávur, skrásetir og viðger Suðuroyar Sparikassi persónsupplýsingar, sum vit fáa frá triðjaparti. Talan er m.a. um hesar upplýsingar:

 

·         Frá Landsfólkayvirlitinum og øðrum almennum myndugleikum og skráum. Vit skráseta og viðgera persónupplýsingarnar t.d. fyri at eftirkanna, um upplýsingarnar um teg eru rættar

·         Frá handlum, bankum, gjalds- og tænastuveitarum, tá tú brúkar tíni gjaldskort, netbankan ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og viðgera persónupplýsingarnar til at fremja gjaldingar og fyri at kunna gera kontuavrit, gjaldsyvirlit og líknandi

Víðarilating av persónsupplýsingum

Starvsfólk hjá Suðuroyar Sparikassa hava tagnarskyldu og tískil kunnu persónsupplýsingar um teg ikki latast víðari, uttan so at tú hevur givið okkum samtykki til tess, ella tá vit hava rætt til ella hava skyldu til at lata víðari upplýsingar sambært lóggávu. Upplýsingar um teg kunnu uttan títt samtykki latast víðari til:

 

  • Almennar myndugleikar, sum hava lógarheimild at biðja um upplýsingar, so sum TAKS, Statsadvokaten for National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK), Fíggjareftirlitið, løgregluna og umframt hetta myndugleikar, sum hava heimild til at savna inn upplýsingar til hagfrøðilig endamál
  • Ávísar upplýsingar til aðrar fíggjarstovnar í sambandi við peningaflytingar

 

Upplýsingar um teg kunnu eisini latast víðari til dátuviðgerar hjá Suðuroyar Sparikassa, t.d. KT-veitarar til hýsing og rakstur og aðrar samstarvsfelagar, har Suðuroyar Sparikassi hevur dátuviðgeraravtalur fyri at tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstigið er nøktandi og sambært lóggávu.

Hvørji eru míni rættindi?

Sambært dátuverndarlógini hevur tú hesi rættindi í sambandi við ta viðgerð, sum Suðuroyar Sparikassi fremur:

 

Rætturin til innlit:

Tú hevur rætt til at fáa innlit í, hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera um teg, og hví og á hvørjum grundarlagi upplýsingarnar verða viðgjørdar. Harvið hevur tú møguleika til at rætta møguligar skeivar upplýsingar um teg. Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýst, hvør fær upplýsingar um teg, um tær verða lætnar víðari, tó við teimum avmarkingum, sum lógin setur.

 

Rætturin til rætting:

Tú hevur rætt til, at upplýsingar um teg verða rættaðar, um so er, at tær eru skeivar. Her hevur tú møguleika til at at venda tær til okkum og gera vart við hetta. Vit hava eisini skyldu til at rætta upplýsingar um teg, um vit gerst varug við, at talan er um skeivar upplýsingar.

 

Rætturin til striking:

Í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at upplýsingar um teg verða strikaðar. T.d., tá tað ikki longur er neyðugt hjá okkum at hava upplýsingar um teg fyri at røkka tí endamáli, tær vóru savnaðar inn til, ella tá vit viðgera upplýsingar um teg, grundað á títt samtykki, sum tú tekur aftur.

 

Rætturin til viðgerðaravmarking: 

Sum kundi hevur tú í ávísum førum rætt til at krevja, at vit avmarka viðgerðina av upplýsingum um teg. At viðgerðin verður avmarkað, merkir m.a., at upplýsingarnar ikki kunnu viðgerðast á annan hátt enn at goymast.

 

Rætturin til dátuflyting:

Viðgera vit persónupplýsingar um teg grundað á samtykki ella fyri at halda eina avtalu, og viðgerðin er sjálvvirkin, hevur tú rætt til at fáa fluttar tær upplýsingar, sum tú hevur latið okkum, til ein annan dátuábyrgdara uttan forðing. Upplýsingarnar skulu latast tær í einum vanliga nýttum og teldutøkum formi.

 

Rætturin til mótmæli:

Tú hevur í ávísum førum rætt til at mótmæla, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um mótmælið er heimilað í lógini, hevur tað við sær, at viðgerðin av upplýsingum verður steðgað.

 

Rætturin til ikki at verða fyri sjálvvirkandi avgerðum og profilering:

Tað merkir, at tú sum kundi hevur rætt til, at avgerðir, sum hava munandi ávirkan á teg, ikki einans eru grundaðar á sjálvvirkandi viðgerð.

 

Samtykki og rætturin at taka aftur samtykki

Samtykki er ein viðgerðarheimild, og tað merkir, at viðgerð av persónupplýsingum kann fara fram, um tú hevur givið samtykki til viðgerðina. Tú kanst tó altíð taka aftur samtykki við at venda tær til tín kundaráðgeva. Suðuroyar Sparikassi kann tó, tá lógin heimilar tí, viðgera persónupplýsingar, sjálvt um tú ikki hevur givið samtykki.

Hvussu leingi verða persónupplýsingar goymdar?

Vit goyma persónsupplýsingar, so leingi tað er neyðugt í mun til tey endamál, sum upplýsingarnar vóru savnaðir inn til. Vit goyma tí tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina fíggjarliga tænastu ella veiting. Velur tú at enda kundasambandið við Suðuroyar Sparikassa, so er tað sambært lóg álagt okkum at goyma tínar upplýsingar í 5 ár, eftir at kundasambandið er lokið. Hetta gera vit m.a. fyri at lúka krøv í roknskaparlógini og hvítvasklógini. Í ávísum førum goyma vit tínar upplýsingar longri, t.d. tá fyrningarfreistin í sambandi við avtalu um eina tænastu ella veiting er 10 ár, kunnu vit goyma upplýsingarnar í 10 ár. Vit eru eisini áløgd at goyma persónsupplýsingar longri, um hetta verður kravt av myndugleikum.

Viðgerð av persónupplýsingum talgilt

Suðuroyar Sparikassi nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan. Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Eitt farspor er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

 

Tá tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa, senda farspor hesar upplýsingar:

 

  • hvørja síðu, tú vitjar á ss.fo og nær
  • hvønn kaga, tú brúkar
  • hvørja upploysn tín skermur hevur
  • hvørja stýriskipan tín telda hevur
  • hvønn IP-bústað, tú hevur
  • hvørja Java-útgávu, tín telda hevur
  • Hesar upplýsingar verða bert nýttir í sambandi við heimasíðu okkara og til at gera hagtøl, sum m.a. verða nýtt til at betra um heimasíðuna.

 

Upplýsingar um farspor kunnu ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá farspor verða latnar víðari ella seldar til triðja part. Tú kanst altíð siga nei til at brúka farspor á tínari teldu. Vit gera tó vart við, at uttan farspor kanst tú møguliga ikki nýta allar funkur á heimasíðu okkara.

 

Ynskir tú ikki at móttaka farspor frá heimasíðuni hjá Suðuroyar Sparikassa, kanst tú í kaganum, tú brúkar, har skráseta www.ss.fo á listan yvir heimasíður, tú ikki ynskir farspor frá. Samstundis er eisini møguleiki fyri í flestu kagum at strika farspor, sum kagin longu hevur lagt á telduna.

 

Um tú umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sparikassa ynskir samband, senda okkum teldupost, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir navn, teldupost, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara áheitan tíni. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar. Sama, tá tú umvegis heimasíðuna fyllir út oyðublað ella sendir umbøn um fígging, so skráseta vit tær upplýsingar, sum tú gevur okkum. Upplýsingarnar um umbøn um fígging umvegis heimasíðuna verða bronglaðar, og vit goyma upplýsingarnar í 72 tímar. Upplýsingarnar verða síðani skrásettar í kundaskipanini okkara og goymdar eftir vanligu leiðreglum fyri goyming.

 

Tá tú vitjar facebooksíðuna hjá okkum, savnar og viðgerða Facebook persónupplýsingar um teg, sum lýst í Dátupolitikkinum og farsporpolitikkinum hjá Facebook. Upplýsingarnar verða savnaðar við at Facebook leggja farspor á tína teldu ella eind og savna upplýsingar. Hetta hendir, tá tú ert virkin á okkara facebook síðu, eitt nú við at “dáma”, “deila” ella at gera viðmerking til eitt hvørt, vit hava lagt á síðurnar. Slík farspor eru virkin í tvey ár, um tú ikki strikar tey.

 

Facebook brúka upplýsingarnar til at menna lýsingar teirra og til at laga marknaðarføring teirra til facebooksíðu okkara. Vert er at hugsa um, at tá tú skrivar til okkara á Facebook, so kann Suðuroyar Sparikassi ikki brongla, verja, rætta ella strika tínar upplýsingar. Vit mæla tí til, at tú í staðin ringir til okkum á tlf. +298 359870.

 

Samband og kæra

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, ella um hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk (DPO) í Suðuroyar Sparikassa við at senda ein teldupost til dpo@ss.fo ella at ringja til okkum umvegis høvuðstelefon nr. +298 359870.

 

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ikki ert nøgd/nøgdur við, hvussu Suðuroyar Sparikassi viðger tínar persónupplýsingar:

 

Dátueftirlitið

Heiðavegur 25

FO-600 Saltangará

Tlf. +298 309100

T-postur dat@dat.fo

www.dat.fo

Eftirlit

Fyri viðgerð av persónupplýsingum er Suðuroyar Sparikassi undir eftirliti av Dátueftirlitinum.