VISA/Dankort
- gjaldskort, ið kann brúkast allastaðni - í Føroyum, uttanlands og á internetinum. Við VISA/Dankortinum í lummanum kanst tú fara til handils allastaðni uttan at hava reiðan pening. Tá ið kortið verður brúkt, verður keypsupphæddin beinanvegin skuldskrivað á kontu tínari.
Tú kanst í mesta lagi taka út kr. 5.000 um samdøgrið í sjálvtøkum hjá Suðuroyar Sparikassa í upplatingartíðunum, og kr. 2.000 um samdøgrið uttanfyri upplatingartíðirnar. Mest loyvda upphædd, tá ið kortið verður brúkt í sjálvtøkum hjá øðrum peningastovnum, er kr. 2.000 um samdøgrið.
Saldueftirlit er á kontuni, tá ið kortið verður brúkt í sjálvtøkum hjá Suðuroyar Sparikassa.
Uttanfyri Føroyar, Danmark og Grønland hevur tú møguleika at taka pening út og/ella brúka upp til í alt kr. 25.000 fyri hvørjar leypandi 30 dagar.
Tú skalt verða 18 ár fyri at fáa eitt VISA/Dankort. Kortið hevur eins og onnur gjaldskort eina persónliga PIN-kotu.
Um VISA/Dankort hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva.
Trýst her um tú vilt fáa egna mynd á kortið, og harvið gera kortið enn meiri persónligt.