Apple Pay

Tað er skjótt og trygt at rinda við Apple Pay, og tær nýtist ikki at hava sjálvt gjaldskortið hjá tær.

Við Apple Pay kanst tú rinda við Apple-tólum, tvs. iPhone, Apple Watch, iPad ella Mac, á somu støðum, har tú longu í dag kanst rinda við kontaktleysum kortum – kring allan heimin!

Tú kanst eisini rinda á netinum og beinleiðis í appum.

Apple Pay kann nýtast á iPhone 6 ella nýggjari, og stýriskipanin skal verða dagførd til í minsta lagi iOS11.

 

Rinda lætt og trygt

Tað er lætt, trygt og skjótt at rinda við Apple Pay í handlum, appum og á netinum, og tær tørvar ikki annað enn eina iPhone ella eitt Apple Watch. Tá ið tú keypir á netinum og í appum, er Apple Pay eisini ein løtt, trygg og skjót loysn – tí tú sleppur frá at stovna kontu ella fylla út oyðubløð.

Tú kanst brúka Apple Pay á øllum støðum, sum skelta við einum av hesum ímyndum:

 

Hvørji kort kann eg brúka til Apple Pay?

  • Visa/Dankort
    Gev gætur: Tað er VISA parturin av VISA/Dankortinum, sum verður nýttur. Hetta ger, at nýtslan telur við í hámarkinum, sum er 25.000 DKK fyri hvørjar leypandi 30 dagar
  • Matercard Debitt
  • Mastercard Kreditt

 

Hvussu knýti eg kort til Apple Pay?

Á iPhone: Innrita í Netbankan, vel Kort yvirlit og vel “Legg afturat til Wallet”, vel kortið, tú ynskir at knýta at og fylg stigunum – eftirkanna, at kortupplýsingarnar eru rættar, og les treytirnar, áðrenn tú góðkennir tær.

Á Apple Watch: Far inn á Apple Watch-appina á tíni iPhone, vel “Wallet & Apple Pay” og trýst á “Tilføj kredit- eller debetkort”.

Á iPad: Far inn á Indstillinger, vel “Wallet & Apple Pay” og trýst á “Tilføj kredit- eller debetkort”.

Á MacBook Pro við TouchID: Far til Systemindstillinger, vel “Wallet & Apple Pay” og trýst á “Tilføj kredit- eller debetkort”.

 

Hvussu rindi eg í handlum?

Tú rindar við Face ID við at trýsta tvær ferðir á síðuknøttin, hyggja stutt í skermin og venda tína iPhone móti kortlesaranum.

Við Touch ID rindar tú við at halda tína iPhone tætt at kortlesaranum, meðan tú hevur fingurin á Touch ID.

Á Apple Watch trýstir tú tvær ferðir á síðuknøttin og heldur Apple Watch tætt at kortlesaranum.

 

Soleiðis rindar tú í appum og á netinum

Fyri at gjalda í appum og nethandlum í Safari frá tínari iPhone og iPad skalt tú velja Apple Pay við kassan og gjalda við Face ID ella Touch ID.

Fyri at gjalda í nethandlum í Safari við tínari Mac skalt tú velja Apple Pay og gjalda við iPhone ella Apple Watch. Á Macbook Pro rindar tú við Touch ID á Touch Bar.

Tryggleiki og trúnaður

Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú nýtir, ella í handlinum, har tú nýtir Apple Pay. Apple Pay goymir ikki upplýsingar um flytingar, sum kunnu sporast aftur til tín – og tí eru øll tíni keyp í trúnaði.

 

Les meira um Apple Pay her.