Keyp trygt á netinum
Um tú keypir á netinum, kanst tú koma út fyri at handilin krevur at títt/tíni kort eru tilmeldaði Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / Mastercard ID Check fyri at kunna keypa frá teimum.
30. oktober 2013 kom nýggj mannagongd í samband við Verified by Visa / Mastercard ID Check í gildi. Skrásetingar áðrenn 30. oktober 2013 eru tí óvirknar.
Við verandi trygdarloysn fært tú eina einnýtiskotu sendandi við sms-boðum á tína fartelefon, hvørja ferð tú keypir á nethandlum, ið eru knýttar at Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / Mastercard ID Check.
Vilt tú melda títt/tíni kort til Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / Mastercard ID Check, mást tú seta teg í samband við okkum á tel. 359870 ella senda teldupost til tín kundaráðgeva, so skráseta vit títt/tíni kort.