CO2 lán
Hevur tú keypt hús? Skalt tú útbyggja? Ella hugsar tú um at gera betringar í húsinum? So er tað helst eyðsætt at gera orkubetrandi íløgu, so útreiðslurnar til olju og/ella streym minka, og samstundis ert tú sum borgari við til at minka um CO2-útlátið.
Við at fáa heimið kannað og ráðgeving í hvussu tú kanst gera orkubetrandi íløgur, kanst tú minka um útreiðslurnar til olju og/ella streym.
CO2 lán verður fíggja sum bankalán, tó við lægri rentu enn eitt bankalán.

Nær skal eg hugsa um CO2 lán
Kanst tú svara ja til eitt ella fleiri av nevndu spurningum, so er CO2 lán nakað fyri teg
- Eru húsini ov lítið bjálvað?
- Hava tit ein gamlan ketil ella oljufýr?
- Heldur tú, at tit brúka ov nógva olju?
- Eru vindeyguni uttan orkurútar?
Nakrir fyrimunir við at gera orkuumvælingar
- Helst minni hitarokning
- Sunnari og meira fjálgt inniumhvørvi
- Kann økja um virði á húsinum
- Minni ávirkan av hækkandi orkuprísum
- Minni CO2 útlát
Hugsa um orkuumvælingar, tá tú
- Keypir ella selur hús
- Útbyggir ella byggir um
- Skiftir tak, vindeygu ella líknandi
- Umvælir køk ella baðirúm
- Skiftir hitaverk
Tað er umráðandi at fáa ráðgeving um hvussu og hvat tú kanst gera orkubetrandi íløgur í, so útreiðslurnar til olju og/ella streym verða ein minni postur á fíggjarkontuni. Vit samstarva við Sp/f Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar, sum eru tøkir at kanna heimið og geva góð ráð til orkubetrandi íløgur.
Á breddanum
Alment tiltak um framtíðarfulltrú
22. mars kl. 16.00 seta vit fokus á framtíðarfulltrú, tá ið Súsanna Nordendal, virkandi stjóri
Styrktur grundrakstur og stór framgongd innan realkredittfígging
Ársúrslitið í 2022 fyri skatt var 2,5 mió. kr., sum er umleið tað sama sum í 2021, tá ið úrslitið var 2,6 mió. kr.
Ársaðalfundur 29. mars 2023
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi fríggjadagin 24. mars 2023 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
ÍtróttaFAGNADUR 2022
Róland Toftum, sum svimur í Suðuroyar Svimjifelagi, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFYRIMYNDIN 2022. Hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík, er í uppskoti til heiðurin ítróttaFELAGSSKAPURIN 2022. H71 kvinnur, er í uppskoti til heiðurin ítróttaNAVNIÐ 2022. Hondbóltsfelagið í Hoyvík hevur eisini tvey onnur nøvn í uppskoti, sum hava sín upprunað í H71.
Seg teg í samband við okkum