Bankalán
Skalt tú keypa ella umvæla títt heim, so er ein møguleiki at taka bankalán.
Bankalán verður veitt við variablari rentu og við eini afturgjaldstíð á 20 ár, men kann lætt broytast, so gjaldið passar til tíni fíggjarviðurskifti.
Tað kann til eina og hvørja tíð gjaldast meira inn á bankalánið enn avtala.
Til ber at fáa tveir gjaldsskáar pr. ár. Men hetta kemur so at leingja afturgjaldstíðina av láninum.
Seg teg í samband við okkum
