
Tíðin á arbeiðsmarknaðinum liðug
Árini ganga skjótt og áðrenn tú veitst av, hevur tú rokkið eftirlønaraldri.
Tá ið tú gevst at arbeiða og eftirlønartilveran byrjar, byrjar en nýggj tíð við størri frælsi og tíð í gerandisdegnum. Men hevur tú fyrireikað teg til henda partin av lívinum? Og hvussu við tí fíggjarliga? Summi siga ja, onnur ivast og tað vísir seg, at tey flestu als ikki gáa um spurningin. Hesum kunnu vit hjálpa tær við at fáa greiðu á.
Ásetingar um útgjald eru ásettar í Eftirlønarlógini (LI. nr. 49 frá 14. mai 2013)
Tað finnast trý sløg av eftirløn í Føroyum, sum tú kann lesa meira um í rulligardinunum niðanfyri.
Alt eftir, hvussu nógv tú hevur spart saman, eru lógarásettar reglur fyri, hvussu eftirlønin verður útgoldin.
Fyri eftirlønarskattaskipanir fyri 1. januar 2014 er galdandi, at:
Pensjónsinngjøld fyri 1. januar 2012. Her verða pensjónsútgjøldini skattaði við útgjald - Kapitalpensjón við 35 % og Lutapensjón sum A-inntøka.
Pensjónsinngjøld eftir 1. januar 2012. Her verða pensjónsútgjøldini skattaði við 40% við inngjald og eru skattafrí við útgjald.
Uppspard eftirløn frá og við 1. januar 2014 kann bert útgjaldast, tá ið tú røkkur fólkapensjónsaldur, og í seinasta lagi tann dagin, tú fært fólkapensjón. Útgjaldið er við støði í eini samlaðari útgjaldsavtalu, sum TAKS hevur góðkent. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá TAKS.
Sí heimasíðuna hjá TAKS fyri nærri kunning um eftirlønarviðurskifti.
Tey trý sløgini av eftirløn

Tá fólkapensjónin nærkast
Tá fólkapensjónin nærkast er umráðandi at minnast til, at tú sjálv/ur hevur ábygdina av at søkja um fólkapensjón
Tryggingar
Í Suðuroyar Sparikassa hevur tú nógvar møguleikar at tryggja fíggjarligu framtíðina, um tú brádliga verður sjúk/-ur ella skuldi doyð.
Vit bjóða hesi sløg av tryggingum:
Kjarnutrygging, Restskuldatrygging og Viðskiftafólkatrygging - ið allar eru lívstryggingar, og Bráðsjúkutrygging.
Legg til merkis, at tað er ikki ein treyt at hava bústaðarlán hjá okkum, fyri at tekna Kjarnutrygging ella Viðskiftafólkatrygging í Suðuroyar Sparikassa.
Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Betri Pensjón um hesar tryggingarnar.
Á breddanum

Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?
Vit sóknast eftir kundaráðgeva til deildina í Havn

Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og broytingarnar koma í gildi 15. juli 2025.

Ert tú okkara summarferiuavloysari til deildina í Havn?
Vit hava tørv á røskum summarferiuavloysara til deldina í Havn millum 7. juli, ella fyrr, og 8. august 2025.

Freistir fyri Kristi himmalferðardag
Hósdagur 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum.
Seg teg í samband við okkum