Skipa tína saldu við sms-boðum ella telduposti
Fá tær boðtænastu - so fært tú sms-boð ella teldubræv, um saldubroytingar, flytingar o.a., soleiðis at tú leypandi ert kunnað/ur.
Boðtænastan kann nýtast til allar kontur hjá okkum - bæði innláns- og útlánskontur.
Við Boðtænastuni kanst tú fáa boð um
- Saldu á kontuni - tú ásetur sjálv/-ur hvønn dag í vikuni tú ynskir at fáa sms-boð. Áset upphæddina eitt sindur lægri enn nettolønina og tú fært beinleiðis sms-boð, tá lønini/pensjónin er komin inn á tína kontu.
- Tá saldan fer upp um eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Tá saldan fer niður um eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Tá útgjald av kontuni er yvir eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Tá inngjald á kontuna er størri enn eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Tá ein føst flyting ella onnur gjalding, av eini ella aðrari orsøk ikki er farin av tínar kontu.
- Tú hevur móttikið eitt bræv í Netbankanum.
Ofta settir spurningar
Hvussu broyti eg møguleikarnar?
Innrita í Netbankan her
- Vel "Avtalur"
- Vel "Boðtænasta", undir "Fartænastur"
Tilber eisini at rætta kostnaðarkontuna í hesi myndini.
Hvussu ofta kann eg móttakað boð?
Títtleikin fyri boðum kann vera ein ávísan dag í vikuni, ella 1. í hvørjum mánaði ella tú ásetur eina sjálvvalda dagfesting.
Hvussu móttaki eg boð í Boðtænastuni?
Tú kanst móttaka boð sum sms-boð ella sum teldupost.
Hvat kostar tað at hava Boðtænastuna?
Hvussu frámeldi eg meg Boðtænastuna?
Innrita í Netbankan her
- Vel "Avtalur"
- Vel "Boðtænasta", undir "Fartænastur"
Tilber eisini at rætta kostnaðarkontuna í hesi myndini.
Hvussu stovni eg Boðtænastu?
Innrita í Netbankan her
- Vel "Avtalur"
- Vel "Boðtænasta" undir "Fartænastur"
Á næstu mynd kanst tú velja ta tænastu ið hóskar best til tín tørv. Vel teir møguleikar tú ynskir og trýst á "Stovna" útfyri teir møguleikar tú velur.
Síðan velur tú fyri hvørja kontu tú ynskir Boðtænastan sendir tær boð um, títtleika og um boðini skulu verða til fartelefon ella teldupostadressu.
Áset t.d. upphæddina eitt sindur lægri enn vanligu nettulønina og tú fært beinleiðis sms-boð, tá lønin kemur inn á tína kontu.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Lat teg ikki lumpa – føroyskir stovnar og bankar í felags kunningarátaki ímóti snýti á netinum
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll
Seg teg í samband við okkum