Kort við egnari mynd

 

Við bíleggjan av egnari mynd er tað umráðandi, at tú velur, hvat kort talan er um. Kort við egnari mynd kann fáast á Mastercard Young, Mastercard Silver, Mastercard Debitt Standard og VISA/Dankort.

Undir tænastugjøldunum finnir tú prísin fyri at bíleggja kort við egnari mynd.

Av tí at treytir eru fyri myndunum, verður tú biðin um at lesa reglugerðina niðanfyri, áðrenn tú byrjar bíleggingina,  fyri at tryggja, at myndin verður góðkend.

Reglugerð fyri egna mynd á gjaldskort

Fyri at fáa gjaldskort við egnari mynd, eru nakrar treytir viðvíkjandi upphavsrætti, vørumerkjum o.ø., ið skulu haldast.

Búmerkið hjá Suðuroyar Sparikassa skal týðiliga síggjast á kortinum. Sparikassin tilskilar sær rættin til at avvísa bíleggingina, um búmerkið ikki sæst týðiligt.

Myndin skal vera í jpeg, tiff ella png formati. Og støddin á myndini má í minsta lagi vera 1020 x 640 pixels og í mesta lagi 3 MB.

Um myndin, ið tú vilt hava á kortið, verður noktað fleiri ferðir við bílegging, kann Suðuroyar Sparikassi útihýsa viðkomandi frá at brúka hesa bíleggingarskipan.

 

Bílegg kort við egnari mynd her

Suðuroyar Sparikassi tilskilar sær rætt til at avgera, um myndin verður góðkend og hevur ikki skyldu til at grundgeva fyri møguligari noktan.

Dømir um myndir og tekst, ið ikki verða góðtikin
  • Búmerki hjá fyritøkum, vørumerkir, tekstir ella ímyndir, ið t.d. vísa til ítróttafeløg, felagsskapir ella vørumerkir.
  • Nøvn, orð, slagorð ella ímyndir, ið beina tankar á virkir, feløg ella vørumerkir. T.d. lýsingarmyndir av bilum, motorsúkklum o.ø.
  • Myndir, ið eru vardar av upphavsrætti.
  • Myndir av persónum krevst loyvi frá viðkomandi. Suðuroyar Sparikassi tilskilar sær rætt til ein hvørja tíð at síggja hetta loyvi.
  • Figurar úr teknirøðum og skemtitekningum.
  • Telefonnummur, t-postur ella heimasíður.
  • Pengaseðlar.
  • Myndir, ið kunnu órógva ella blandast við trygdarmerkið á kortinum.
  • Politisk útsøgn, ímyndir, felagsskapir ella flokkar.
  • Útsøgn, ímyndir, felagsskapir ella persónar, ið eru átrúnaðarlig, rasistik ella gera mannamun.
  • Harðskapur, vápn og stríðsítrótt.
  • Gudsspottan.
  • Ágangandi ella kynslig evni, bæði listarligt og ónæramyndir.
  • Metal botnlit.
  • Olympisk búmerkir og líknandi.
  • Myndir, ið fáa gjaldskortið at líkjast einum samleikaprógvi.