Skundflyting

Skundflytingar eru flytingar, sum verða gjøgnumførdar beinanvegin og eru á kontu hjá móttakara fá sekund eftir, at tær eru sendar.
Tær kunnu gerast alt samdøgrið, allar dagar í árinum, bæði umvegis kundadeildirnar ella á Netbankanum og Netbankanum sum app. 

Kostnaðurin fyri eina skundflyting er hægri enn fyri eina vanliga flyting og prísurin sæst í Tænastuyvirlitinum.
Legg til merkis, at gjald verður tikið fyri at gera skundflytingar í Netbankanum.