Vanlig bankaflyting

Tá ið tú ger eina vanliga bankaflyting er flytingin á kontu hjá móttakara beinanvegin, um móttakarakontan er í Suðuroyar Sparikassa.

Um móttakarakontan er í øðrum peningastovni, er flytingin á kontuni fyrstkomandi bankadag. Eftir kl. 18.30 er vanlig flyting tó á kontu hjá móttakara annan bankadag eftir, at flytingin er framd.

Kostnaður fyri vanliga bankaflyting sæst í Tænastuyvirlitinum.