EftirlønarKonta



Tað er álagt øllum fult skattskyldigum upp til eftirlønaraldur at spara saman til egna eftirløn
. Persónar føddir fyri 1. januar 1954 hava ikki skyldu at spara saman,
men kunnu sjálvbodnir gera hetta.
Í 2025 er kravið, at tú rindar í minsta lagi 11 % av lønini í eftirløn.

Nakrir av fyrimununum við at stovna EftirlønarKontu er, at inngjaldið kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni.
Eingin rentuskattur skal gjaldast av samansparingini og EftirlønarKontan er kreditorvard.

Inngjald, sum arbeiðsgevarin ger á EftirlønarKontuna, skal ikki roknast sum partur av skattskyldugu inntøkuni, tí arbeiðsgevarin dregur inngjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni, samstundis sum lønin verður flutt. Tað vil siga, at í hesum føri verður frádrátturin roknaður beinanvegin, og tær nýtist tí ikki at skráseta frádráttin í sjálvuppgávuni.

Fyri persónlig inngjøld eftir 1. januar 2014 verður frádrátturin fyri egnu inngjøldini á EftirlønarKontuna og avrokning av eftirlønarskattinum uppgjørd sama ár, sum ein partur av skattauppgerðini. Tú kanst draga alt inngjaldið á EftirlønarKontuna frá skattskyldugu inntøkuni.

Hevur tú lutvísa inntøku uttanlands, eigur tú at venda tær til TAKS fyri at fáa vegleiðing um frádráttarmøguleikarnar.

Útgjaldstíðin kann í fyrsta lagi byrja, tá tú nært fólkapensjónsaldur t.v.s. 67 ár. Og tað er tá tú avgerð, hvussu samansparingin skal útgjaldast.

Sum meginregla, so skal samansparingin verða útgoldin soleiðis:

- Í mesta lagi 15% í einum.

- Í mesta lagi 55% sum mánaðarlig útgjøld í minst 10 ár.

- Í minsta lagi 45% sum mánaðarlig útgjøld restina av lívinum.

 

Um so er, at tú sum kontuánari doyr, áðrenn útgjaldstíðin er byrjað  og/ella áðrenn øll samansparingin er útgoldin, fellur útgjaldið – um onnur avtala ikki er galdandi - til tilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum.  

Suðuroyar Sparikassi tekur einki ómaks- ella umsitingargjald fyri EftirlønarKontu. Tó eru tænastugjøld, um samansparingin verður flutt í annan stovn.

Tosa við tín kundaráðgeva og dagfør tína EftirlønarKontu. Um tú ikki hevur eina - stovna so eina hjá okkum.