Felags PIN-kota

Hevur tú fleiri kort í Suðuroyar Sparikassa, ber til at hava somu PIN-kotu til øll kortini. 

 

Tú kanst fáa eins PIN-kotu til VISA/Dankort, Mastercard Debitt (privat & vinnu) og Mastercard Kreditt (privat & vinnu).

Vilt tú hava felags PIN-kotu, velur tú PIN-kotuna til eitt av núverandi kortunum til felags PIN-kotu. 

Um tú hevur fleiri kort, fáa hesi ikki valdu felags PIN-kotuna, fyrr enn tey verða útskift.

Um tú vilt hava felags PIN-kotuna til øll tíni núverandi kort beinanvegin, verða nýggj kort bíløgd við einum tænastugjaldi pr. kort.

 

Felags PIN-kota er ikki bindandi, men kann frámeldast aftur, við at seta teg í samband við okkum.

 

Tað er ókeypis at stovna felags PIN-kotu. Vinaliga set teg í samband við okkum, um tú ynskir felags PIN-kotu til tíni kort. 

Á breddanum