Vegleiðing um at klaga

Ynskir tú at klaga um Suðuroyar Sparikassa, skal tú í fyrstu syftu seta teg í samband við tína deild.

Um ein tílík áheitan ikki førir til nøktandi úrslit, kanst tú leggja klaguna fyri klaguábyrgdarhavara í Suðuroyar Sparikassa. Klaguábyrgdarhavari í Suðuroyar Sparikassa er stjórin Søren L. Bruhn.

Tú  kanst fáa samband við klaguábyrgdarhavaran við brævi, um telefon, teldupost ella persónliga við at venda tær til:

Suðuroyar Sparikassi
Vágsvegur 60
Postboks 2
FO-910 Vágur

 

Søren L. Bruhn - stjóri,  tel. 359870, teldupost: soren@ss.fo

Danska Peningastovnskærunevndin

Avtala er gjørd millum Felagið Peningastovnar og Finansrådet um, at privatkundar í føroyskum peningastovnum kunnu klaga um peningastovnin fyri Peningastovnskærunevndini (Pengeinstitutankenævnet).

Avtalan kom í gildi 1. januar 2011 og fevnir tí bert um klagur, har kravið er íkomið eftir 1. januar 2011. Avtalan er bert fyri privatkundar, og kærunevndin viðger ikki klagur frá vinnukundum og parta- og smápartafeløgum.

Klagan skal viðvíkja eini ítøkiligari fíggjarligari trætu, har klagarin hevur vent sær til klaguábyrgdarhavara í sínum peningastovni, uttan ein nøktandi loysn er funnin.

Klagan og skriv til Peningastovnskærunevndina skulu vera orðað á donskum.

Klagurnar verða viðgjørdar sambært føroyskari lóg og rætti.

Meiri kunning fæst á heimasíðuni hjá Donsku Peningastovnskærunevndini.