Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.
Lønarflytingar
- Lønir skulu flytast í seinasta lagi hósdagin 24. juli kl. 15.30, um tær skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn ólavsøku.
Uttanlandsflytingar
- Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli kl. 13.00.
Vanligar flytingar
- Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa: Fríggjadag 25. juli kl. 18.30
- Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Hósdag 24. juli kl. 18.30
- Flyting sama dag: Fríggjadag 25. juli kl. 11
- Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.
Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð.
Deildir okkara hava stongt 28. og 29. juli. Opið er aftur sum vant 30. juli kl. 9.30.
Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku.