Mastercard Silvur

Mastercard Silvur er til ung í aldrinum 18-29 ár. Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 30.000. Hámarkið fyri at taka pening út í sjálvtøkum er kr. 5.000 pr. leypandi 24 tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 30.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.

Møguleiki er fyri at fáa Mastercard Silvur við egnari mynd. Trýst her um tú vilt fáa egna mynd á kortið, og harvið gera kortið enn meiri persónligt.

Við Mastercard Silvur fylgja longd vørutrygging og ”event” avlýsingstrygging. Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og teldu verður longt við upp til 2 ár. Fyri at longda vørutryggingin skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við kortinum, og kvittanin fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Silvur her.