Mastercard Kreditt Platinum

Við Mastercard Kreditt Platinum hevur tú ein kreditt á kr. 100.000. 

Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 100.000. Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum er kr. 10.000 pr. leypandi 24 tímar, og kr. 50.000 pr. leypandi 30 dagar.

Við Mastercard Platinum fylgja góð ferðatrygging og longd vørutrygging. Ferðatryggingin fevnir um bæði kortánaran, hjúnafelaga/sambúgvandi hjá kortánara og kortánarans børn yngri enn 21 ár. Tað er ikki eitt krav, at ferðin skal vera goldin við kortinum. Tryggingin fevnir um bæði privat ferðir, arbeiðsferðir, og privat- og arbeiðsferð í einum.

Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og hvítvørur verður longt við upp til 3 ár.  Fyri at longd vørutrygging skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við Mastercard Platinum kortinum, og kvittan fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Platinum her

Mastercard Platinum gevur tær eisini høvi at fáa eitt Priority Pass – hetta kort er persónligt og gevur tær møguleika at nýta lounges í ymsum býum í verðini. Í Danmark gevur Priority Pass tær høvi at vitja lounges í floghavnunum í Billund og í Keypmannahavn. Við Priority Pass hevur tú høvi til at nýta lounges, líka mikið hvørjum flogfelagi tú ferðast við ella hvønn ferðaseðil tú hevur. Somuleiðis hevur tú møguleika at bjóða gestum innar við. Kostnaðurin er $30 fyri hvønn, hvørja ferð ein lounges verður vitjað. 
Priority Pass skal bíleggjast í Suðuroyar Sparikassa

Sí meiri um Priority Pass her.