Hvussu eru innlán tryggjaði?

Innlán í peningastovnum, virðisbrævameklarafeløgum og íløgumkelarafeløgum, eru tryggjaði móti tapi, ið stendst av at ein peningastovnur, virðisbrævameklarafelag ella íløgumeklarafelag fer í gjaldsteðg ella á húsagang, umvegis Innskjótaratrygdargrunnin. Talan er bæði um privatpersónar og fyritøkur/feløg.

Endurgjald frá Innskjótaratrygdargrunninum verða roknað sum ein nettoupphædd, t.v.s. at møgulig lán og skyldur annars mótvegis peningastovninum, verða mótroknaði teimum innlánum, sum hvør einstakur innskjótari eigur í peningastovninum. Dekningurin fyri innlán er upp til EUR 100.000 (DKK 750.000).

 

Serinnlán, t.d. Eftirlønarkonti og klientkonti eru fult tryggjaði, og møgulig útlán verða ikki drigin frá upphæddini.

 

Eisini tryggjar Grunnurin íleggjarum móti tapi, sum stendst av, at ein peningastovnur, virðisbrævameklarafelag ella íløgumeklarafelag ikki er ført fyri at útflýggja íleggjaranum virðisbrøv, ið eru ogn íleggjarans, og sum stovnurin hevur í varðveitslu og/ella umsitur. Slík tap eru tryggjað fyri eina upphædd svarandi til mótvirðið av 20.000 evrum (DKK 150.000) pr. innskjótara.

 

Ein íleggjari kann tó í mesta lagi fáa endurgoldið eina upphædd, ið svarar til virðið á teimum virðisbrøvum, ið stovnurin ikki er førur fyri at útflýggja íleggjaranum.

 

Meiri kann lesast um Innskjótaratrygdargrunnin her (set leinkju inn).

 

Síðani reglurnar fyri trygging av innlánum vórðu broyttar 1. januar 2018, eru somu reglar galdandi fyri kundar í føroyskum peningastovnum sum í teimum donsku.