Innsavnan av upplýsingum í sambandi við fyribyrging av *hvítting av peningi og yvirgangsvirksemi

Í sambandi við at danska Økonomi- og Erhversministeriet setti kunngerð um tiltøk at fyribyrgja hvítting og fyribyrging av yvirgangsvirksemi, varð hendan sett í gildi í Føroyum 1.juli 2008. Hetta merkti, at peningastovnarnir noyddist at herða upplýsingaskyldurnar hjá kundum sínum í sambandi við stovnan av kontum og flytan av størri peningaupphæddum. Høvuðsendamálið við lógini er at fyribyrgja, at Føroyar verða roknaðar sum eitt land uttan eftirlit og uttan fyribyrgjandi tiltøk í samband við hvítting av peningavinningi og fígging av yvirgangi. Hesar lógir og reglur eru eisini í gildi í grannalondum okkara, og í øllum framkomnum londum í heiminum.

Tá ið tú gerst kundi í Suðuroyar Sparikassa, verður tú tí biðin um at útfylla eitt skjal (sí punkt 1 í vanligu viðskiftatreytunum, sum tú finnir á síðuni "Viðskiftatreytir), og lata okkum avrit av samleikaprógvi, tvs. pass ella koyrikort. Býrt tú uttanlands, verður tú eisini biðin um at lata eina bústaðarváttan, t.d. gula sundhedskortið í Danmark.

Henda mannagongd er eins fyri allar fíggjarstovnar í Føroyum.



Viðvíkjandi peningaflytingum hægri enn dkk. 50.000, verður tú biðin um at upplýsa okkum endamálið við peningaflytingini. Harumframt verður tú biðin um at upplýsa okkum, hvat upphæddin skal nýtast til, tá ið tú ger eitt útgjald við kassan.


Samleikaprógv fyri privatkundar eru avrit av passi ella koyrikorti. Fyri børn er í lagi við ptalskorti ella dóps/navnabrævið, men helst pass. Býrt tú uttanlands verður tú harumframt biðin um avrit av bústaðarváttan. 

Um tú ert vinnukundi, so skal tú umframt at innflýggja omanfyristandandi upplýsingar, eisini innflýggja okkum tekningarlista og viðtøkur hjá felagnum, seinasta ársroknskap og avrit av gerðabók frá aðalfundi og frá síðsta nevndarfundi.

Til ber at senda okkum upplýsingarnar við posti, telduposti ella við at lata skjølini inn á eina av deildum okkara.