Umleggja bústaðarlán

Um lívið broytist ella tú hevur hug til at fáa broyting í rásarúmið, ber til at umleggja bústaðarlánið. Hjá okkum kanst tú velja millum bankalán ella realkredittlán. 
Vit bjóða bankalán við variabla rentu og realkredittlán við fastari og variablari rentu.

Bankalán

Vit bjóða bankalán við variablari rentu.Bankalán verður veitt við eini afturgjaldstíð á 20 ár, men kann lætt broytast, so gjaldið passar til tíni/tykkara fíggjarviðurskifti. Ein kann til eina og hvørja tíð gjalda meira inn á lánið enn avtala.Til ber at fáa tveir gjaldsskáar pr. ár. Men hetta kemur so at leingja afturgjaldstíðina av láninum.

Realkredittlán

Realkredittlán bjóða vit við fastari ella variablari rentu - har variabla rentan antin er føst alt tíðarskeiði ella verður laga til í tíðaraskeiðum á 1-5 ár. Realkredittlánið verður veitt yvir í mesta lagi 30 ár. Til ber at fáa gjaldsskáar tey fyrstu 10 árini, t.v.s. at bert renta og ískoyti (bidrag) verða goldin tey fyrstu 10 árini. Lánið kann í mesta lagi vera 80% av virðinum av ognini. Vit veita realkredittlán í samstarvi við DLR Kredit í Danmark.

Tað er týdningarmikið at hyggja eftir hvørji krøv tú sum kundi hevur - nakrir kundar vilja hava tryggleikan, aðrir vilja hava ta bíligastu fíggingina og aftur aðrir vilja hava fígging eftir hvat teir vænta fer at henda komandi árini á rentumarknaðinum.

Saman við kundans tørvi og krøvum verður fyrispurningur viðgjørdur útfrá  eginleikum, fyrimunum og vansum fyri einstøku fíggjarmøguleikarnar.