Forsíðan á netbankanum sum App er dagførd

Nú fært tú viðkomandi kunning ovast á forsíðuni, eins og møguleikan fyri flyting millum kontur við "drag og slepp" funkuni á forsíðuni. Eisini ber nú til at síggja upp í sjey kontur á forsíðuni. Vel hvørjar útvaldar kontur tú vilt síggja við at trýsta á blýtantin á forsíðuni.