PULS samansparingarkonta

PULS samansparingarkonta er bundin, til tú verður 18 ár, og er ein góð byrjan til eina samansparing, eitt nú til víðari útbúgving.

Ein føst mánaðarlig flyting er eitt gott íkast til samansparingina.  Føst flyting til PULS samansparingarkontu kann verða stovnað í netbankanum ella í deildum okkara. Flytingin kann altíð verða sett í bíðistøðu ella verða steðgað.